tirsdag, november 11, 2025
Home Uncategorized Starvsdagar á Brandstøðini

Starvsdagar á Brandstøðini

0 comments

Tórshavnar sløkkilið varð stovnað í 1933 og heldur vanliga ársdag 1. oktober.

Soleiðis var eisini í ár, og hesa ferð varð høvið eisini nýtt til at heiðra fleiri fólkum, sum hava verið í starvi hjá Tórshavnar sløkkiliði í nógv ár.

Birgir Davidsen og Rúni Árting hava havt 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fingu teir tí silvurheiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.

Ólavur Rasmussen hevur havt 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann medalju frá drotningini og gávu frá Tórshavnar kommunu.

Eigil Olsen hevur havt 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fekk 20 ára anciennitetstekn.

Sløkkiliðið heiðraði eisini Ólavi Midjord, sum hevur havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og Ann W. Rubeksen og Elsu Thorkildshøj, sum hava havt ávikavist 60 og 50 ára føðingardag herfyri.

Harumframt fekk Sigurð Hansen, aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu, gávu og gávubræv frá kommununi fyri at hava røkt starvið sum aktingarmaður í 25 ár. Aktingarmaðurin heldur til á Brandstøðini við Oyggjarvegin.

Tórshavnar kommuna ynskir øllum hjartaliga til lukku við takk fyri góða og trúgva tænastu.

Á myndini frá vinstru: Bergur Robert Dam Jensen (formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði), Heini Østerø (sløkkiliðsleiðari), Eigil Olsen, Birgir Davidsen, Rúni Árting, Ólavur Rasmussen, Ólavur Midjord, Sigurð Hansen, Ann W. Rubeksen og Elsa Thorkildshøj.

Birgir Davidsen fekk silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum
Birgir Davidsen fekk silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum
Rúni Árting fekk eisini silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum
Rúni Árting fekk eisini silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum
Ólavur Rasmussen hevur havt 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fær hann medalju frá drotningini og gávu frá Tórshavnar kommunu
Ólavur Rasmussen hevur havt 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fær hann medalju frá drotningini og gávu frá Tórshavnar kommunu
Eigil Olsen fekk anciennitetstekn fyri at hava verið á sløkkiliðnum í 20 ár
Eigil Olsen fekk anciennitetstekn fyri at hava verið á sløkkiliðnum í 20 ár
Ólavur Midjord hevur havt 10 ára starvsdag á sløkkiliðnum
Ólavur Midjord hevur havt 10 ára starvsdag á sløkkiliðnum
Høvi var eisini at heiðra Elsu Thorkildshøj og Ann W. Rubeksen, sum starvast á Brandstøðini, og sum hava havt ávikavist 50 og 60 ára føðingardag
Høvi var eisini at heiðra Elsu Thorkildshøj og Ann W. Rubeksen, sum starvast á Brandstøðini, og sum hava havt ávikavist 50 og 60 ára føðingardag
Sigurð Hansen hevur verið aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár og fekk gávu og gávubræv frá kommununi
Sigurð Hansen hevur verið aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár og fekk gávu og gávubræv frá kommununi
Tórshavnar Sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti umframt høvuðsstøðina við Oyggjarvegin
Tórshavnar Sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti umframt høvuðsstøðina við Oyggjarvegin

Keld & myndir: torshavn.fo 2 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira