Nú KVF hevði pisshúsið sum høvuðstíðindir í fleiri innsløgum so kann ein spyrja seg sjálvan hvat var ætlanin
Var tað at upplýsa málið ella at arga og fáa eina ironiska søgu fram, ella var tann journalistiski vinkulin at lýsa málið frá øllum síðum. Tað bleiv blást út sum Teistin ikki kundi nýta vestaru bryggju, tí eitt pisshús stóð í vegin. Um journalistiska arbeiði var gjørt, so høvdu tey vita at pisshúsið er langt frá atløgubryggjuni og tað er hópin av møguleikum at skipa rekkjur av bilum, uttan at hetta nervar pisshúsið. Eisini høvdu tey vita, at Klaksvíkar kommuna hevur stórar ætlanir í økinum við at endurskapa gomlu kioskina ið stóð har og gera stórar broytingar í økinum við einum torgi o.ø.

Men gott er at hava eitt pisshús so fólk, ið skulu við ferjuni kunnu kasta sær á vatninum og ikki sum nú á eystaru síðu, har menn fara niðan um sløkkiliðsstøðina at míða. Kanska KVF hevur áhuga í ætlanum, sum kommunan hevur á økjunum á vestaru síðu. Kanska hevði verið áhugavert at vita hví kommunan ikki hevur toilett viðurskiftir á havnarlagnum í lagið, tá man ynskir at menna ferðavinnu og senda túsundtals fólk í Kalsoynna hvørja viku.
