Seinastu túrarnir hjá útróðrarbátunum hava verið góðir og er hestróðurin byrjaður av álvara

Ein av minni útróðrarbátunum NAKKUR setti 27 stampar og hevði um 200 pund uppá stampin, tá teir landaðu Týsdagin hjá NFCS. Teir landaðu góð 5.300 pund skrivar Norðlýsið.


NORÐSØKIÐ var á Føroya Banka og høvdu teir góð 23.000 pund og var toskurin val í holdum. Tað ljóðaði frá egningarskúrunum á stongunum, at tað vóru einans 2 slanar (rak toskar). So toskurin hevur fingið nógva og rætta føði eftir gýtingina.

LÍÐHAMAR hevur eisini gjørt ein roktúr á Føroya Banka, teir høvdu 30.000 pund og við bátinum eru 5 mans. Heili 35% av veiðuni var toskur 1. Samlaða veiðan av toski var sløk 38% og veiðan av Hýsu er góð 45%

Myndir & talva: 24fo.news
