tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Frítíð Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna í samstarvi um styrkiítrótt

Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna í samstarvi um styrkiítrótt

0 comments

Styrkiítróttin skal brúkast bæði sum amboð til at menna aðrar ítróttagreinar og sum sjálvstøðuga ítróttargrein.

Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna hava í dag gjørt samstarvsavtalu um at menna og gagnnýta styrkiítróttina í kommununi. Talan er um olympiska vektlyfting, styrkilyfting og rørslumegi – bæði sum amboð til at menna aðrar ítróttargreinar í kommununi og sum sjálvstøðugar ítróttargreinar.

Endamálið er í felag at skapa ein menningarpall, sum kann gerast ein kraftdepil til gagns fyri skúlar, styrkiítróttina og aðrar ítróttargreinar í kommununi.

Avtalan er ein royndarverkætlan fram móti norðurlendsku meistarakappingini fyri juniorar, sum verður í Bylgjuni í Runavík í heyst 2026.

Málbólkarnir eru ungdómurin, gjøgnum samstarv við lærarar og næmingar í Runavíkar kommunuskúla, og ítróttarfeløgini í kommununi, gjøgnum samstarv við venjarar og ítróttarfólk.

Dentur verður lagdur á felagsskap og trivnað. Lykilin er at skapa ávøkst tvørtur um geirar.

Arbeitt verður við denti á meginregluna “Ven venjaran” og “Ven læraran”, og á tann hátt spjaða ringar í sjónum.

Ítøkiliga merkir hetta, at landsliðsvenjarin hjá Føroya Styrkisambandi, Frank Petersen, bjóðar regluliga undirvísing og ráðgeving. Hetta fevnir um tekniskar venjingar, venjingarskráir og yvirskipaða ráðgeving um venjingarumstøður. Undirvísingin er ætlað lærarum og næmingum, venjarum og ítróttarfólki.

Samstarvsavtalan er galdandi fram til norðurlendsku meistarakappingina fyri juniorar, sum verður hildin í Bylgjuni í Runavík á heysti í 2026.

Kelda & mynd: runavik.fo 14. oktober 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira