søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Fleiri enn 400 nýggjar búeindir á veg við Stórutjørn.

Fleiri enn 400 nýggjar búeindir á veg við Stórutjørn.

0 comments

Nýggja skipanaruppskotið av býlingum við Stórutjørn leggur upp til eitt fjølbroytt bústaðarmynstur við randarhúsum, íbúðum, sethúsum og sum nakað nýtt eisini samanbygdum krosshúsum. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna.

Stóratjørn

Tilsamans verður talan um 410-420 nýggjar bústaðir, har ein partur fer at minna um byggiháttin í Tórsbyrgi í eysturbýnum.

Nærum tvífalt so nógvar búeindir

Heildarætlanin fyri Stórutjørn frá september 2023 legði upp til, at hesin nýggi býarparturin í Norðara hoyvíkshaga verður býttur upp í fleiri smærri býlingar, sum skuldu mennast í byggistigum.

Eftir at heildarætlanin varð samtykt, varð sjøtil settur á at fyrireika byggibúningina av teimum økjunum, sum í heildarætlanini eita Býlingur 1 og 4, og sum, sambært ætlanini, skuldu rúma tilsamans 218 bústaðareindum.

Við atliti til hugsjónina um skynsama lendisnýtslu og stóra bústaðartørvin varð tó mett, at økið kundi rúma fleiri bústøðum, og í fyrireikingartilgongdini gjørdi tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu tískil eina tillaging av býlingi 1 og 4. Nýggja skipanaruppskotið rúmar millum 410-og 420 bústaðareindum.

Umframt at fáa fleiri bústaðareindir, gevur nýggja skipanaruppskotið eisini fjølbroyttari bústaðarmøguleikar og leggur samstundis dent á at varðveita órørdu náttúrueyðkennini í lendinum sum ein part av býarskipanini. Hetta eru millum annað ymsar smærri tjarnir og vátlendisskipanir í økinum.

LBF er prosjekterandi ráðgevin í byggibúningini av Býlingi 1 og 4, og P/F Articon er arbeiðstakari á staðnum.

Býlingsskipanin við Stórustjørn skal hava bæði randarhús, íbúðir og samanbygd krosshús
Býlingsskipanin við Stórustjørn skal hava bæði randarhús, íbúðir og samanbygd krosshús

Byggifelagsskapir sum krosshús

Í býlingunum 1 og 4 vera eftir ætlan randarhús, íbúðir í raðhúsum, sethús við 300 m2 grundstykki, lestraríbúðir og smærri íbúðir til støk og eldri. Umframt hetta verður ein partur av nýggju bústøðunum við Stórutjørn eftir ætlan skipaður sum byggifelagsskapir við 4-8 samanbygdum bústaðareindum.
Hetta slagið av bygging er ikki sæð fyrr í Føroyum, og skal eftir ætlan gera tað bíligari hjá fólki at byggja sær hús.

Hugsanin er, at fýra atskild hús við hvør sínum matrikli verða bygd upp í móti hvørjum øðrum við felags brunamúrum í miðjuni, sum hava eitt krossskap. Húsaeindirnar venda sostatt “rygg” til hvørja aðra, men stiðja seg upp at hvørji aðrari við at deila tveir brunaveggir við grannarnar.

Pláss verður til 11 av hesum samansettu “krosshúsunum”, sum hvørt kann hava úr 4 upp í 8 bústaðareindir.

Krosshúsini hava stór grøn felagsøkir og eina bilfría gongugøtuskipan millum húsini við felags bilparkering uttanfyri grannalagið. Skipanarliga kemur hetta sostatt at minna um Tórsbyrgi, sum er eitt eyðkendur smábýlingur í eysturbýnum í Havn, og sum ofta verður nýtt sum eitt dømi um góðan grannalagsdám.

Í løtuni verður arbeitt við at planera vegir, fyrireika byggiøkini, og at leggja leiðingar av ymsum slag í gjøgnum økið.

Í størri byggiætlanum sum hesari eru broytingar væntandi, men verandi meting er, at økið verður byggibúgvið í seinnu helvt av 2026.

Ætlanin er at hava fýra grundstykki uppá 200 fermetrar hvørt, sum verða býtt upp av einum krossveggi í miðjuni
Ætlanin er at hava fýra grundstykki uppá 200 fermetrar hvørt, sum verða býtt upp av einum krossveggi í miðjuni
Og soleiðis kunnu fýra samanbygd krosshús síggja út. Ætlanin minnir um Tórsbyrgi í eysturbýnum
Og soleiðis kunnu fýra samanbygd krosshús síggja út. Ætlanin minnir um Tórsbyrgi í eysturbýnum

Kelda torshavn.fo 22 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira