mandag, januar 19, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum

0 comments

Havstovan 27. oktober 2025

Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum í havinum. Tilgongd av ungfiski hevur stóran týdning fyri, hvussu stórur ein fiskastovnurin verður. Góð tilgongd fellir, sum heild, saman við góðum gróðri á Landgrunninum, og harvið meira av føði. Sera góð tilgongd var í 1983, 1994 og í 2000, og hampiliga góð tilgongd var í 1987, 2009 og 2017. Men góðar gróðrarumstøður á Landgrunninum føra tó ikki altíð til ein greiðan vøkstur í stovnsstøddini. Í omanfyri nevndu tíðindagrein bleiv millum annað spurt: Hví sást tilgongdin í 1987, 2009 og 2017 ikki aftur í einum størri toskastovni?

Sambært nýggjari vísindaligari grein, almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine science, er svarið møguliga at finna á opnu havleiðunum. Heitur Atlantssjógvur, sum setur sín dám á Landgrunnin, inniheldur minni av tøðevnum (fyritreyt fyri gróðri) og djóraæti, enn kaldur sjógvur í subpolara meldrinum og í Eysturíslandsstreyminum (sí mynd). Uppíbland av subarktiskum sjógvi úr nevndu keldum virkar tískil nørandi fyri Atlantssjógvin, og helst fyri Landgrunnin eisini. Árini, tá tilgongdin ikki sást týðiliga aftur í stovnsstøddini, fullu saman við veikum subpolarum meldri og/ella veikum Eysturíslandsstreymi.

Millum 2002-2014 var lítið av subarktiskum sjógvi kring Føroyar, og umstøðurnar hjá bæði fugli og fiski á Landgrunninum vóru sera vánaligar. Íkastið av subarktiskum sjógvi øktiskt eftir 2014, og í kjalavørrinum av hesi broyting vaks nøgdin av toski á Føroyabanka nógv. Hartil vaks nøgdin av hýsu á bæði Føroyabanka og á Landgrunninum.  

Rák og vatnmassar kring Føroyar. Atlantssjógvur er vístur við reyðum, og subarktiskur sjógvur við bláum. (FB: Føroyabanki).

Eftir stendur spurningurin, hví toskastovnurin á Landgrunninum ikki hevur merkt somu uppgongd seinastu árini.

Nýggja greinin kann lesast her.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira