mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Góðar 13,5 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent

Góðar 13,5 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent

0 comments

Fiskiveiða og aling eigur ein triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við meira enn 50 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta skrivar Hagstovan

Løn (útgoldin)

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 november – oktobermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Løn (útgoldin)12.679,613.529,2849,66,7

Kelda:Hagstova Føroya

Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. 

Løn í botnfiskiveiðu eigur fimtapart av samlaða vøkstri

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða”. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 176,8 milliónir krónur ella 55 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.  

Almennu vinnugreinarnar “Heilsu- og Almannaverk” og “Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar” hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 120 og 100 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á umleið seks prosent hvør. 

Løn (útgoldin), høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 november – oktobermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara)12.679,613.529,2849,66,7
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða1.489,51.774,3284,819,1
A.01 Plantu- og húsdjóraaling, veiða og tænastur í hesum sambandi12,713,20,54,2
A.03 Fiskiveiða og aling1.476,81.761,1284,219,2
A.03.1.1.10 Botnfiskiveiða324,5501,3176,854,5
A.03.1.1.15 Botnfiskiveiða, ið er virkað umborð194,9209,414,57,4
A.03.1.1.20 Uppsjóvarveiða538,5609,871,313,2
A.03.1.9.90 Onnur fiskiveiða18,121,63,619,7
A.03.2.0.00 Aling400,8418,918,14,5
B Námsvinna og grótbrot0,7
C Framleiðsluvinna1.253,71.313,159,44,7
C.10 Matvøruframleiðsla663,9693,029,14,4
C.11-33 Onnur framleiðsla enn matvørur589,8620,130,35,1
D El-, gass- og fjarhitaveiting107,7118,911,210,4
E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð4,1
F Byggivinna1.106,41.114,78,30,7
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum1.074,91.122,747,84,4
H Flutnings- og goymsluvinna1.221,71.281,159,44,9
I Gisting og matstovuvinna241,9261,719,88,2
J Kunning og samskifti360,0379,319,35,4
K Fígging og trygging389,8409,820,15,1
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum26,331,35,019,1
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting438,5468,429,96,8
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar189,9220,130,215,9
O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar1.746,91.847,8100,95,8
P Undirvísing857,0874,517,62,1
Q Heilsu- og almannaverk1.814,51.932,4117,96,5
Q.86 Heilsuverk734,2768,534,24,7
Q.87 Røktarvirksemi á bústovnum1.020,51.104,784,28,3
Q.88 Almannatiltøk uttan fyri stovnarnar59,759,1-0,6-1,0
R List, undirhald og ítróttir176,3188,412,16,9
S Aðrar tænastuveitingar132,4132,80,40,3
T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu0,00,00,0
U Virksemi hjá altjóða felagskapum
X Virksemi ikki upplýst0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum 

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. 

Av vøkstrinum á 850 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 67 prosentum.  

Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 480 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 8,3 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin við 6,3 prosentum og 209 milliónum krónum.  

Løn (útgoldin), kyn, undir privatum ræði ella almennum ræði

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 november – oktobermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans12.679,613.529,2849,66,7
Kvinnur4.939,85.221,1281,35,7
Menn7.739,88.308,1568,37,3
Undir privatum ræði7.413,47.965,2551,97,4
Kvinnur1.616,11.688,071,94,4
Menn5.797,26.277,2480,08,3
Undir almennum ræði5.266,25.564,0297,75,7
Kvinnur3.323,73.533,1209,46,3
Menn1.942,62.030,988,34,5

Viðm.:Sí niðast fyri lýsing av ræði.Kelda:Hagstova Føroya

Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri

Í oktober var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.735 krónur. Hetta eru 5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í oktober fingu kvinnur 30.424 krónur í miðal, sum eru 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 44.350 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 5,2 prosentum hjá monnum og 4,6 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.  

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 15,4 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,6 prosentum. Løntakarar búsitandi uttanlands eru ikki á kortinum. Hjá teimum er útgoldna lønin 1 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.  

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki.

Um lønarhagtølini

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum ‘System of National Accounts’ hjá ST og ‘European System of Accounts’ hjá Eurostat. 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

Orðalýsingar:

  • “Undir privatum ræði” fevnir um  “Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði” + “Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði”
  • “Undir almennum ræði” fevnir um “Almenn fyrisiting og tænasta” + “Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði”

Tú kanst lesa meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira