Her sæst kunngerðin við at trysta á leinki niðanfyri
1) Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK:
a) Innara fiskidagaleið: 3.752 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.326 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 1.354 fiskidagar.
3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu: 1.179 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og
framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli: 929 fiskidagar.
5) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki 5.207 fiskidagar, umframt 1.261 fiskidagar markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar.
Les kunngerðina her
Kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2026
Við heimild í § 18, stk. 1, § 19, stk. 1 og 4, § 34,
stk. 2, nr. 2, 4 og 10, § 38, stk. 3 og § 64, stk. 2 í
løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg
nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18.
desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember
2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og
løgtingslóg nr. 191 frá 4. desember 2025, verður
ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir fiskidagatal fyri bólkar av
fiskiførum í botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi í
fiskiárinum 2026, reglur um brúk av fiskidøgunum,
umbýti av fiskidøgum millum leiðir og veiðihættir
og aðrar treytir í fiskiskapinum.
Allýsing
§ 2. Í hesi kunngerð eru innara fiskidagaleið og
ytra fiskidagaleið tær leiðir, sum eru ásettar í § 20 í
løgtingslógini.
Fiskidagatal
§ 3. Innan fyri hvønn av hesum bólkum av fiskiførum verður fiskidagatalið í 2026 ásett soleiðis, tó
so, at lagt verður upp fyri umrokning av fiskidøgum
í sambandi við avhendingar millum fiskifør:
1) Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK:
a) Innara fiskidagaleið: 3.752 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.326 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 1.354 fiskidagar.
3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við
línu: 1.179 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og
framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli:
929 fiskidagar.
5) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu
við húki 5.207 fiskidagar, umframt 1.261 fiskidagar markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar.
§ 4. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn bólk sær í § 3
er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó
undantikið fiskidagar á ytru fiskidagaleið í bólki 2.
Ásetta fiskidagatalið fyri bólk 2 á ytru fiskidagaleið
kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið.
Stk. 2. Ásettu fiskidagarnir fyri hvønn bólk í § 3
kunnu bert nýtast til fiskiskap við fiskifari, ið er
innan fyri avmarkingarnar fyri stødd ella framtøkumegi, ið eru ásettar fyri hvønn bólkin og við tí
reiðskapi, ið er tilskilaður fyri bólkin. Somuleiðis er
treyt, at fiskidagarnir bert verða brúktir til fiskiskap
á leiðum, har fiskifør við teimum tilskilaðu avmarkingunum fyri stødd ella framtøkumegi hava
loyvi at royna.
Stk. 3. Fiskidagar, tillutaðir bólki 2, 3, 4 og 4 T
sambært § 3, verða latnir sum egnir fiskidagar.
Stk. 4. Fiskidagar, tillutaðir bólki 5 sambært § 3,
verða latnir sum felags fiskidagar.
Stk. 5. Fiskifar, í bólkunum sambært § 3, verður
verandi í tí bólki, tað er í, og kann ikki flyta bólk,
hóast tað verður mált upp av nýggjum, ella broytingar verða gjørdar, sum ávirka stødd ella framtøkumegi.
Flyting av óbrúktum døgum frá 2025
§ 5. Umframt fiskidagar sambært § 3 verða, fyri
tíðarskeiðið frá 1. oktober 2026 til 31. desember
2026, ásettir felags fiskidagar til hvønn av bólkunum
í § 3, nr. 1-4 við støði í talinum av fiskidøgum, sum
hvør bólkur sær ikki brúkti í fiskiárinum 2025.
Stk. 2. Fiskiførini í bólkunum í § 3, nr. 1-4 kunnu
eftir 1. oktober 2026 brúka av fiskidøgunum sambært stk. 1, tá fiskidagarnir, tillutaðir fiskifarinum í
fiskiloyvinum, eru brúktir.
Stk. 3. Fiskidagar, ið verða avhendir sambært reglunum um avhending av fiskidøgum, verða ikki
roknaðir sum brúktir fiskidagar sambært stk. 2, uttan
so at í minsta lagi sama dagatal er móttikið og brúkt.
Stk. 4. Umframt fiskidagar sambært § 3, nr. 5
verða, fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2026 til 31.
desember 2026, ásettir fiskidagar til bólkin við støði
í talinum av fiskidøgum, sum bólkurin ikki brúkti í
Givið út 31. desember 2025
fiskiárinum 2025, tó í mesta lagi 10% av tillutaðu
fiskidøgunum í 2025.
Umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru
fiskidagaleið
§ 6. Ásetta fiskidagatalið fyri bólkarnar 2, 3, 4 og
4 T, galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið,
kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við
lutfallinum 1:2.
Stk. 2. Skipari á fiskifari, sum flytur millum innaru
og ytru fiskidagaleið, ella sum flytur millum ytru og
innaru fiskidagaleið, skal boða Vørn frá á fráboðanarskipanini á heimasíðuni www.vorn.fo.
Stk. 3. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan
fráboðan til Vørn um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum,
tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.
Umbýti av fiskidøgum til veiðu við línu til veiðu við
snellu
§ 7. Fiskifar í bólki 4 kann býta fiskidagar um til
fiskiskap við snellu við lutfallinum 1:2.
Stk. 2. Umbýtið fær gildi, tá Vørn hevur fingið
skrivliga fráboðan frá eigaranum av fiskifarinum um
hetta.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert
fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi ella
rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 3, stk. 1, nr. 5,
og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Eygleiðari
§ 9. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð
á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.
Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara
umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn
og við aðrar myndugleikar.
Sýni og kanningar
§ 10. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð,
kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
Stk. 2. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð,
kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Virking umborð
§ 11. Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking
umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri
viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella
stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.
Fráboðanir
§ 12. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð,
skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á
heimasíðuni www.vorn.fo, og umvegis talgilda
veiðidagbók, tá farið verður úr havn, og tá komið er
aftur í havn.
Revsing
§ 13. Brot á §§ 11 og 12 verða revsað við sekt, er
ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt
verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært
§ 10 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 9.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma
undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn
beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan
fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin
at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til
4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
og fer úr gildi 1. januar 2027.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
