mandag, februar 9, 2026
Home Politikkur Dagførd avmarkandi tiltøk

Dagførd avmarkandi tiltøk

0 comments

    

Dagførd avmarkandi tiltøk

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag gjørt av, at Føroyar 1. januar 2026 seta dagførd avmarkandi tiltøk í verk. Dagførdu avmarkandi tiltøkini fevna um persónar og eindir, sum eitt nú vera mett at hava framt gerðir ella hava viðvirka í sambandi virksemi, sum hevur til endamáls at ávirka støðufesti hjá londum í Evropa. Hetta kann til dømis fevna um netálop, uppíblanding í fólkaræðisligar skipanir, njósnaraátøk, álop á kritiskt undirstøðukervi, undir einum nevnt hybridar hóttanir.

Talan er um tiltøk móti likamligum og løgfrøðiligum persónum og eindum, sum eru fevnd av avmarkandi tiltøkunum sambært fyriskipan Evroparáðsins nr. 2024/2642 frá 8. oktober 2024. Noreg setti hesi tiltøk í verk í juli 2025.

Millum tey feløg, ið verða fevnd av dagførdu avmarkandi tiltøkunum, eru russisku feløgini Murman Seafood og Norebo JSC, sum higartil hava havt fiskiloyvi í føroyskum sjógvi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Skip hjá hesum feløgum kunnu hereftir sostatt ikki fáa fiskiloyvi til veiðu í føroyskum sjógvi, eins og skipini ikki kunnu koma í føroyska havn. 

Harumframt verða fleiri skip løgd afturat listanum við tanga- og farmaskipum, sonevndi “skuggaflotin”, sum millum annað verður nýttur til at koma uttanum avmarkandi tiltøkini um prísloft á russiskari olju og gassi.

Kunngerðin við tiltøkum, sum koma í gildi 1. Januar 2026, er tøk her. 

Kelda & myndir: ummr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira