
Ein nýggj felags móttøka fyri ávísingar við illgruna um krabbamein, sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum. Endamálið við móttøkuni er at tryggja, at allar krabbameinsávísingar skjótari og lættari koma á rætta stað, so útgreining og viðgerð kann fara í gongd uttan óneyðugt drál. Hetta er sambært tilmæli í Krabbameinsætlanini frá 2022.

Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar framyvir skulu senda ávísingar har illgruni er um krabbamein, tá skulu ávísingarnar sendast til móttøkueindina – Krabbaútgreining.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um nýggju móttøkueindina:
Tað er sera jaligt, at eitt týðandi tilmæli í Krabbameinsætlanini nú verður sett í verk. Við einari felags móttøku fáa vit eina greiðari og tryggari skipan, sum kann stytta bíðitíðir og gera sjúklingagongdirnar betri, tá illgruni er um krabbamein.
Nýggja móttøkan verður staðsett og skipað á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingar verða mettar og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.
Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva betri yvirlit og skrásetingar umframt lættari arbeiðsgongdir hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum – og fram um alt tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.
Kunning og leiðreglur fyri fakfólk eru tøkar á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum – Krabbaútgreining – Sjúkrahúsverkið
Kelda: Almanna- og heilsumálaráðið
Viðmerking frá 24fo.news
Vónandi heitir landsstýriskvinnan eisini á læknarnar um, at kunna um, um kontan til viðgerðir uttanlands er tøk, ella um peningurin er uppi, so sjúklingurin um hann hevur møguleika fyri tí, kann søkja sær neyðuga hjálp á privatum sjúkrahúsið.
Tað má førast inn Krabbameinsætlanini at læknar hava skildu til at boða frá, so sjúklingar ikki doyggja óneyðuga tí kontan hjá Føroyum í danska heilsuverkinum er brúkt. Tíðin hevur alt at siga og kann bjarga nógvum sjúklingum.
Møguligur tekstur ið læknin kundi brúkt at kunna sjúklingin tá eingin játtan er tøk:
“Sum tín viðgerðarlækni eri eg bundin av læknalyftinum at virka fyri tíni heilsu, at fyribyrgja skaða og at tryggja tær bestu møguleikar fyri viðgerð. Eg skal tí greiða tær frá støðuni, sum hon er. Tað er staðfest, at tú hevur tørv á viðgerð uttanlands, men í løtuni er eingin fígging tøk í skipanini, sum Føroyar brúka til viðgerðir í danska heilsuverkinum. Hetta merkir, at eg ikki kann senda teg av landinum við almennari játtan beint nú.”
Læknin hevur eisini skyldu at kunna sjúklingin um møguleikar, hóast teir liggja uttan fyri almenna skipanina:
“Tað er týdningarmikið, at tú fært alla neyðuga kunning. Tí skal eg eisini siga tær, at um tú hevur møguleika fyri tí, kanst tú kanna møguleikan fyri viðgerð á privatum sjúkrahúsið uttanlands. Hetta er ikki ein tilmælt leið frá heilsuverkinum, men ein rættur tú eigur at kenna til, so tú kanst taka avgerð út frá fullari vitan.”
Sambært læknalyftinum skal læknin eisini virka fyri, at sjúklingurin ikki verður settur í óneyðuga vandastøðu:
“Eg fari at fylgja tíni støðu tætt og tryggja, at allar kanningar og allar møguligar viðgerðir, sum kunnu gerast her heima, verða settar í verk beinanvegin. Um støðan broytist, og fígging aftur verður tøk, verður tú send/ur av landinum skjótast gjørligt.”
Læknin kann eisini vísa á, at støðan ikki er ein klinisk avgerð, men ein politisk og fíggjarlig avmarking:
“Hetta er ikki ein læknaligur spurningur, men ein avmarking í fígging, sum politiska skipanin umsitur. Mín skylda er at boða tær frá sannleikanum og at tryggja, at tú fært bestu hjálp, sum eg kann veita innan teir karmar, eg eri settur at arbeiða í.”

