søndag, marts 8, 2026
Home Fólk og Samfelag Brekumboðið farið til verka

Brekumboðið farið til verka

0 comments

Móttøka var 6 februar fyri nýggja Brekumboðnum, sum húsast á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík

Eilif Magnusson Arge, stjóri, bjóðaði vælkomin og byrjaði við at siga, at hóast hølini á Klaksvíksvegi eru smá, so er hjartarúmið stórt.

Saman við Beintu Løwe, fulltrúa, skal Brekumboðið undir arbeiðið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Ein av uppgávunum er at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum.

Nógv fólk møttu til hátíðarløtuna, sum var væl umboðað av bæði landsstýrisfólki, løgtingsfólki og samstarvsfeløgum, sum Brekumboðið kemur at hava tætt samband við.

Borgarstjórin, Karl Johansen, var eisini til móttøkuna, og nýtti hann m.a. høvið til at ynskja teimum báðum til lukku við størvunum og vælkomin til Klaksvíkar.

Hann endaði heilsanina við at siga, at ein fjølbroyttur arbeiðsmarknaður skapar trivnað, og ger tað áhugavert at velja kommununa til. Og hesum takkaði hann landsstýriskvinnuni fyri at hava viðvirkað. 

Blíðan byr, Eilif og Beinta.

Kelda & mynd:klaksvik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira