NORSØKIÐ fingið nýggjan eigara, leygarkvøldið tá Heri Vang skipari og manning komu aftur av útróðrið vóru við á støð hjá teimum og var tað ein stoltur skipari og manning sum komu aftur av góðum túri.
Skiparin Heri Vang segði, at tað var spennandi nú fiskiskapurin var góður og somuleiðis góður fiskaprísir. Tað er stutt síðan at hann hevur keypt útróðrarbátin frá pápanum Eyðálvur Vang som hevur róð út í ein mansaldur.
Teir høvdu útróðrarbátin M/B KALLANES og so keyptu teir M/B NORÐSØKA sum nú hevur fingið navni M/B VÓNARLJÓSIÐ. Heri hevur í mong ár verið skipari og hevur hann eisini verið útróðrarmaður í mong ár og sum hann sigur, hann er uppvaksin við útróðri, so hetta er ein spennandi tíð og ein nýggj byrjan. Hendan túrin vit vóru á støð høvdu teir góð 11.000 pund. Og við góðum prísum og góðum fiskiskapið hevur januar og februar mánaðið hilnast sera væl hjá teimum. Vit á 24.FO vilja ynskja teimum góðan byr.





Útróðrarflotin fækkast og nógvir av træbátunum eru upphøgdir
JØKUL – HAVSBRÚN – LÍÐHAMAR



Myndir ÓML 24.FO Mynd av HAVSBRÚN D.J.M.
