søndag, marts 8, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin og Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna og tú kanst lesa um broytingarnar her á 24fo.news – Tórsportalinum

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin og Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna og tú kanst lesa um broytingarnar her á 24fo.news – Tórsportalinum

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin. 

Uppskotið snýr seg um at broyta GR. 2 fyri eindirnar B1, B2, B3 og B4, soleiðis at tað umframt tvíhús, raðhús og teimum líkar bústaðir, somuleiðis kunnu byggjast íbúðir í økjunum.

Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 10. februar 2026 til 24. mars 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. mars 2026.

Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin

Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin februar 2026_mynd1

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri matrikklarnar 1235a, 1378, 1233a og 1233b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. Broytingin í serstøku byggisamtyktini nágreinar millum annað hæddarásetingar og tekur atlit til møguliga framtíðar ferðsluloysn.

Tilfarið, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni, Vaglið 11 í Havn, frá 6. februar 2026 til 20. mars 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. mars 2026.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira