Í dag leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram
2. mars leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Framløgan var í Smæruni í Tórshavn klokkan 14.00.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Sum sæst so er hállið hjá landinum -50 milliónir kr í 2025

Samlaði íløgurnar hjá kommununum var í 2024 ein milliard krónur og gjørdu kommunurnar íløgur fyri umleið 800 milliónir í miðal um árið 5 árini frá 2020 til 2024
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.

Mynd frá Landsbankanum.
