Meðan vit bíða eftir undirsjóvartunnilinum til Suðuroynna
Tað verður tosa um at keypa eina ferju afturat Smyril ella byggja eina ferju,so farleiðin kann verða væl røkt komandi árini til koyrandi er til Suðuroynna.

Eitt alternativt kundi eisini verið at keyp ella bygd ein undurvatnsbát til farleiðina sum tekur 48 fólk og sum siglir á 15 til 20 metra dýpið og eina ferð áleið 15 sjómíl, so vildi túrurin verði einar 2 tímar frá Suðuroynni til Sandoynna og so við bussleið til høvuðsstaðin. Tað eru fleiri undurvatnsbatar til sølu og við eini uppgradering kostar hesin einar 60 til 70 milliónir krónur.
Sjálvur tunnilin kann fíggjast av NATO ella Danmark við at tey rinda fyri eina radarstøð og flotahavn í Føroyum, umleið 300 mió. Kr um árið í 30 ár. Hetta vil fult út fíggja tunnilsverkætlanina og styrkja undirstøðukervið og gera landið mera roðbust í kreppustøðu og tí er hetta ein góð íløga fyri NATO og ríkisfelagsskapin.

Undir-sjóvarsigling ein trygg og álítandi farleið
Ein undirvatnsbátur ið siglir á 20 metrar dýpið er sera trygd og góð sjóðleið einki rull og eingir stormar, góður regularitetur og rutan kundi verið silgt einar 4 til 6 ferðir um døgnið. Fleiri av hesum kavbátum eru gjørdir til at fara niður á 60 til 40 metra dýpið.

Upplagt hjá LV og SSL at kanna hetta. Og senda fyrispurningar tl viðkomandi feløg.
Myndir her eru AI gjørdar.
