17
Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár skipað fyri stórfingnari mentanarviku. Onki undantak verður í ár, har mentanarvikan verður hildin í døgunum 19. til 26. apríl.
Hesaferð byrjar vikan við ein braki av einum tiltaki sunnudagin 19. apríl, tá Nato fer at vísa partar av flotanum fram. Fyriskipararnir siga, at vitjandi kunnu gleða seg til:
- At síggja flotan, sum verjir okkum
- At hoyra Ditlev Hackel, oberst, halda røðu
- Skjótivenjingar
- At vitja umborð og hoyra friðarsangir
- Stórsligið fýrverk klokkan 22.00
Fylg annars við her á heimasíðuni hjá kommununi, har øll skrálin fyri Mentanarvikuna verður kunngjørd.
Kelda & mynd: runavik.fo – 01. apríl 2026
