mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Kanna samband millum laksaaling og upsastovnin

Kanna samband millum laksaaling og upsastovnin

0 comments

Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Ráðfiskakeyparafelag ynskja tey at samband millum aling og upsastovnin framhaldandi skal kannast

Tey skriva í ársfrágreiðingini:

Minkingin í upsafiskiskapinum. At síggja til er framvegis áhaldandi negativt samband millum ta nøgd av fiski, sum verður alin í Føroyum, og gongdina í upsafiskiskapinum. Tað ber tó enn ikki til at siga, hvørt alingin er orsøk til minkandi upsafiskiskapin.

Føroya Ráðfiskakeyparafelag heldur, at hesi viðurskifti eiga at verða kannað nærri, hvørt talan kann vera um ávirkan frá alingini, ella um sambandið er tilvildarligt. Í hesum sambandi hevur felagið eitt nú yvir fyri politisku myndugleikunum víst á týdningin, at hesi viðurskifti eiga at kannast og lýsast betri. Felagið fegnast tí um, at myndugleikarnir í 2025 settu sjøtul á at kanna, um samanhangur er millum laksaaling og støðuna hjá upsastovninum undir Føroyum.

Føroya Ráðfiskakeyparafelag metir, at tað eisini er týdningarmikið frá einum breiðum samfelagsligum sjónarhorni at fáa lýst hesi viðurskifti betri. Yvirhøvur er ov lítil vitan um uppvakstrabrøkini hjá fiskayngli inni á firðunum; herundir eisini um alingin kann hava eina ávirkan, og um so er, hvussu stór henda ávirkan er. Eitt nú um seiðayngul leitar sær inn í alinótirnar, og tá ið alifiskurin so verður tikin, kann seiðurin enda í kvørnini. Tað er framvegis ov ógreitt, hvussu stóra ávirkan hetta hevur á tilgongdina av upsa. Felagið hevur víst á, at gransking av upsastovninum eigur at halda fram og vera raðfest enn meir.”

Kelda: Ársfrágreiðingin hjá Ráðfiskakeyparafelagnum

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira