20
Føroya Ráfiskarakeyparafelag sigur í ársfrágreiðingini at tað er stórur vøkstur í prísunum á toski, hýsu og upsa í 2025
Felagið skrivar soleiðis:
Prísurin á vanligu botnfiskasløgunum toski, hýsu og upsa, hækkaði munandi í 2025, og útflutningsvirðið vaks tískil úr umleið 1.500 mió. kr í 2024 við heili 42% til 2.137 mió. DKK.
Nógv tann størsta partin av virðinum eigur toskurin, sum stóð fyri umleið 2/3 av útlfutingsvirðinum. Lutfalsliga hækkaði virði á øllum trimum bólkunum eisini nógv.
Útflutningsvirði á hýsu vaks við 63% í 2025 í mun til 2024, meðan útflutningsvirði av toski og upsa hækkaðu ávikavist við 36% og 52%.
Mynd:24fo.news
