mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Frítíð Hitt á Glyvrum

Hitt á Glyvrum

0 comments

Lagt verður upp til inniligar tónleikaupplivingar í eygnahædd og hugnaligt túnatos, tá ið ymiskir vertir á Glyvrum lata dyrnar upp til nýggju tónleikabólkar og einstaklingar at framføra 18 stovukonsertir.

‘Hitt á Glyvrum’ verður leygarkvøldið 18. apríl. 2026. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.

Vertirnir taka væl ímóti gestunum. Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggja á staðnum og øll vertshúsini hava nummar og frámerki, so lætt er at finna tær nýggju ymisku stovurnar. 

Til ber at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo

Nøvn á artistum og bólkum, og nærri kunning verður kunngjørd so hvørt á Facebook síðuni “Hitt á Glyvrum”

Dagfesting: 18. apríl 2026 Byrjar klokkan: 19:00 Staðseting: Løkshøll Endar klokkan: 23:55

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira