lørdag, maj 16, 2026
Home Fólk og Samfelag Føðitíttleikin hækkaður tvey ár upp í slag — er nú aftur á 2,1Hetta skrivar Hagstovan

Føðitíttleikin hækkaður tvey ár upp í slag — er nú aftur á 2,1Hetta skrivar Hagstovan

0 comments

Samlaði føðitíttleikin í Føroyum var 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í 2025. Tað er ein munandi broyting frá 2024, tá ið føðitíttleikin var 1,9 børn fyri hvørja kvinnu. Tað er annað árið upp í slag, at føðitíttleikin hækkar. Árini frammanundan er føðitíttleikin lækkaður nógv og í árunum frá 2022 til 2024 hevur hann verið lægri enn týðandi markvirðið á 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann lækkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum. 

Tvey tey síðstu árini eru føðitíttleikin hækkaður — fyrst upp á 1,91 børn í 2024 og í 2025 upp á 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Les meira her

Kelda & mynd: hagstova.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira