1. mars búðu 55.177 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 510 fólkum, ella 0,9 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí nettoflytingin var trýfalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði. Hetta skrivar Hagstovan

Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og nærkast longu 55.200 fólkum.
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 298 fólk. Tað eru samanlagt knapt 250 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Nettoflytingin var næstan trýfalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya. Burðaravlopið var um hálvftrýss størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 45 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er spakuligt vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting.
Les meira her
Kelda Hagstovan – Savnsmynd 24.fo
