Gamli smiðubygningurin í Klaksvík hevur nú fingið enn størri hol í tekjuna, spurningurin er so um maskinan ið stendur á staðnum hevur sett gaflarnar í tekjuna og er byrja arbeiði við at taka tekjuna av , løgið sær tað út.
Kommunan manglar goymslupláss eins og vinnuvirkir í Klaksvík, men sum skilst so er áhugi í at fara undir okkurt virksemið í bygninginum, at fáa hann í nýtiligan stand til matstovu ella líknandi krevur stórar íløgur. Tað er undarligt at man ikki megnar at fáa skift hasa tekjuna so bygningurin stendur tættur og turrur og kann nýtast til okkurt skilagott, havi verið og hugt har sær ikki tespiligt út. Vónandi verður hann tikin niður ella lív kemur í.

Tað liggur ein býráðssamtykt í sigur, at hol skal setast á so fólk kunnu ganga gjøgnum bygningin út mótið vegnum. Hetta fyri at bøta um ferðsluviðurskiftini í økjunum.



Spurningurin er um Kommunan fer at virða býráðssamtyktina ella at avtaka hana.
Hetta skrivar kommunan á heimasíðuni í februar 2026
Ídni til sølu
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 29. jan. 2026 at seta bygningin “Ídni” á Faktorsvegi 13 í Klaksvík til sølu. Talan er um bygning á leigulendi.
Endamálið við søluni er at finna bestu virkisæltanina fyri bygningin Ídni í Klaksvík.
Sølan er treytað av, at boðgevari lýsir og fremur best skikkaðu virkisæltan fyri komandi virksemi í Ídni.
Klaksvíkar kommuna setur sum treyt, at bygningurin kemur at hýsa virksemi, sum á ein ella annan hátt kemur borgarunum í Klaksvíkar kommunu til gagns.
Nýtslan skal stuðla undir virðisøking av økinum runt um Klaksvíksgarðin og havnalagið og verða við til at skapa virksemi, sum gagnar bæði borgarum og vinnulívinum.
Prísuppskot á 500.000 kr.
Virkisætlanin skal innihalda:
- Visjón og endamál
- Nýtsluætlan
- Fíggjarætlan
- Tíðarætlan
- Myndir, skitsur ella grafisk framseting
Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Klaksvíkar kommuna við hesum Ídni í Klaksvík til sølu.
Tað stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.
Kommunan hevur møguleika at taka av lægri boði enn hæsta boð, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum, víst verður til grein 6, stk. 2 í áður nevndu kunngerð.
Seinasta freist at lata boð er 16. mars 2026 kl. 12.00.
Sýn og fyrispurningar:
Setið tykkum í samband við kommununa við at skriva til klaksvik@klaksvik.fo, viðmerk: 24/00581 – Ídni.
Sí skjøl:
Útboð – Ídni
Fylgiskjal 1
Fylgiskjal 2
Fylgiskjal 3
Fylgiskjal 4
Ein fyritøka eitur Vakurt, menn hetta er ikki Vakurt – Heilt ófatuligt


Vanligar myndir & AI-Gemini: 24fo.news
