lørdag, maj 16, 2026
Home Fólk og Samfelag Nýggja útstykkingin í Syðrugøtu farin í gongd

Nýggja útstykkingin í Syðrugøtu farin í gongd

0 comments

Týsdagin 28. apríl loysti borgarstjórin, Per Martin Gregersen, tað fyrsta flagið til nýggju útstykkingina í Niklasmørk í Syðrugøtu.

Útstykkingin fevnir um átta sethúsa grundstykkir, ið verða gjørd byggiklár. Umframt hetta eru 3.700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging.

Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum, og sum somuleiðis fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum. Her verður talan um áleið 15 til 17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25 bústaðir.

Uppskotsmynd frá Henning Larsen arkitektum, sum hava ráðgivið og endaliga prosjekterað útstykkingina við Niklasmørk

Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið eitt ár.

Tá ið grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum.

Sí myndir niðanfyri:

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, setti í dag fyrsta grabban í nýggju útsykkingina.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, setti í dag fyrsta grabban í nýggju útsykkingina.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri og Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen

Niklasmørk

Kelda & myndir: Eystur kommuna – 28. apr. 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira