Home Author
Author

Lagt út ÓML

Við at broyta skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, bæði á landi og til sjós. Føroyingar hava altíð verið mobilir, fyrst og fremst tí føroyska arbeiðmegin er dugnalig og eftirspurd í londununm kring okkum. Hetta skrivar Erhard Joensen løgtingsmaður.

Eftir sjálvskapta skrædlið í 1992, eggjaðu vit okkara fólki at fara í útlondini at vinna til dagsins uppihald og gjørdu samstundis skipanir, sum gjørdu, at tað loysti seg hjá teimum at fara.

Einsstaklingar og feløg løgdu seg veruliga í selarnar fyri fáa samband við veitarar, serliga innan oljuvinnuna í Norra, og hetta hepnaðist, og hetta er eitt bragd í sær sjálvum.

Og tað hevur gingist hesum fólkum og teirra familjum væl.

Gull verd fólk

Hesi fólk hava síðan tá verið gull verd fyri Føroyar, tí tey eru komin heim við milliardum av krónum til sínar familjur og til Føroyar, og sum eru brúktar her og hava skapt ovurhonds stórt virksemi herheima, hvar landskassin hevur fingið sín part.

Tað er beinleiðis fáfongd at spæla hazard við hesum inntøkum, fyri møguliga at fáa ein ikki eksisterandi løtuvinning. Tí hetta kemur at føra við sær, at nógvir av okkara landsmonnum og kvinnum flyta av landinum. Fleiri eru longu fluttir, skal eg heilsa og siga! Hetta er ein skandala, tí hetta kemur at hava júst tað øvugtu effektina av tí, sum Ruth og samgongan billa okkum inn, at hetta kemur at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum.

Tað kemur tvørturímóti at minka um arbeiðsútboðið. Tí nógv av teimum, sum arbeiða uttanlands, arbeiða herheima í frítíðini, sjálvt um tey tá verða rættuliga hart skattaði.

Harumframt rinda tey føroysk arbeiðsmarknaðargjøld, eru limir í føroyskum fakfeløgum og gjalda limagjald har, gjalda føroyska eftirløn, sum verður skattað í Føroyum.

Eisini hava vit nú nøkur feløg, sum eru sera dugnalig, og arbeiða á altjóða marknaðinum, hvar krøvini til starvsfólkið eru sera strong. Hetta áttu vit at verið stolt og errin av, og heldur lati tey fingi frið at arbeitt, til frama fyri okkum øll.

Vitanartung størv

Nógv av hesum størvunum eru vitanartung størv, og sum gera Føroyar ríkari og fjølbroyttari. Føroyingar sum arbeiða uttanlands, arbeiða hjá nøkrum av fremstu fyritøkum í heiminum, nevnast kunnu m.a. Aker Solutions og Aibel, sum eru førandi í heiminum innanfyri orkutøkni.

Fyri hetta geva vit teimum ein lítlan skattafyrimun, sum eftir mínari meting, eru sera væl útgivnir pengar.

Eg havi hoyrt útsagnir frá m.a. Vinnuhúsinum, um at allar frádráttarskipanir skulu avtakast her og nú. Lat meg bara sláa fast, tað er ikki Vinnuhúsið, sum førir politikk í Føroyum, tað ger Føroya Løgting.

Steðga á Ruth Vang

Eg fari við hesum at heita á Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at seta í gildi aftur teir skattligu fráfráttir, sum hesi fólk hava fingið í nógv ár.

Tosa við vinnuna, sum hetta rakar, tí tað kann ikki verða í áhuganum hjá tær ella sitandi samgongu, at reka enn fleiri føroyskar familjur av landinum, ella at gera Føroyar fátækari og minni fjølbroyttar.

Erhard Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, vitjaði 18 november í Suðuroynni.

Myndin omanfyri er frá fundinum við arbeiðsbólkin og leiðslubólkin, sum skulu gera uppskot um hvussu heilsutænasturnar í Suðuroynni kunnu skipast.

Fyrst var landsstýriskvinnan á Suðuroyar sjúkrahúsi. Endamálið við vitjanini var at fáa innlit í gerandisdagin, og umrøða møguleikar og avbjóðingar hjá sjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan vitjaði tær ymsu deildirnar á Suðuroyar sjúkrahúsi og heilsaði uppá starvsfólkini.

Eftir vitjanina á Suðuroyar sjúkrahúsi heilsaði hon uppá arbeiðsbólkin og leiðslubólkin, sum skulu gera uppskot til royndarskipanir á heilsuøkinum at seta í verk í Suðuroynni.

Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður við heilsustarvsfólki og fólki í Suðuroy, skal gera uppskot um hvussu heilsutænasturnar í oynni kunnu skipast, við tí endamálið at tryggja, betra og menna heilsutænasturnar til suðuroyingar. Hetta er framhald av tí arbeiðinum, sum Margit Stórá, undanfarna landsstýriskvinna í heilsumálum, setti skjøtul á.

Eg fegnist um tað góða arbeiðið, sum heilsustarvsfólkini í Suðuroynni gera hvønn dag. Harafturat havi eg góðar vónir til arbeiðið við royndarskipanum í Suðuroynni. Tað er avgerandi, at vit halda áfram at betra og menna tænasturnar og stuðla starvsfólkunum í teirra týdningarmikla arbeiði.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Mynd: Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Kelda & myndir: hmr.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í Norðurevropa er nógv olja eftir – sannlíkt eisini í Føroyum. So hvørt sum tær “gomlu” oljuleiðirnar í Norðsjónum og vestanfyri Hetland verða latnar aftur, so gerst tað truplari og truplari at útvinna olju her uppi í Norðuratlantshavi. Spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á FB.

Tí er spurningurin eisini, um vit ikki eiga at fáa gongd á oljuframleiðsluna her um leiðir.

Rosebank, har bretar útvinna olju, liggur umleið 10 kilometrar frá føroyska markinum.

Sjálvandi er tað olja í føroysku undirgrundini eisini.

Eg var við Rættarnevndini í London herfyri. Kom í prát við ein bretskan politikkara. Spurdi, um tey fóru í gongd við oljuleiting við Rosebank.

Hann svaraði mær: Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har.

Vilja vit tað?

Ella vit kunnu eisini velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku – ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag.

Hetta eru júst somu spurningar, sum vit her í Føroyum eiga at seta okkum sjálvi.

Video sæat her

Mynd: 24.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2023 vísir, at vit hava 1,3 milliardir krónur í avlopi. Hetta skrivar Hagstovan.

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.  Í 2023 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar frá útlondum 18, 6 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru 17,3 milliardir krónur í 2023. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum uppá 1,3 milliardir krónur.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Rakstrarviðskifti gjaldsjavnansInntøkurÚtreiðslurJavni20092010201120122013201420152016201720182019202020212022202320002010202020.000020.00040.0001.298,5 Mió. kr.

Vørujavnin hevur eitt avlop uppá 1,3 milliardir krónur, meðan tænastujavnanum hevur eina milliard krónur í halli. Lønarflytingarnar og rakstrarflytingarnar geva eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 750 og 808 milliónur krónur. Hinvegin er hall av fíggjarinntøkunum, har útlendingar hava 1,4 milliardir í avkasti teirr íløgum í Føroyum, meðan føroysku íløgurnar í útlondum kastaðu 854 millióni krónur av sær.

Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at vøruhandilsjavnin vaks úr 788 milliónum krónum í 2022 upp í 1.325 milliónir krónur í 2023. 

Rakstrarviðskifti gjaldsjavnans

2022 – 2023

  munur
 20222023mió. kr.%
Rakstrarviðskifti tilsamans1.1931.2981058,8
Inntøkur18.30118.6103091,7
Útreiðslur17.10717.3112041,2
Vørur7881.32553868,3
Inntøkur12.71112.9252151,7
Útreiðslur11.92311.600-323-2,7
Tænastur-817-1.029-21226,0
Inntøkur2.9902.613-378-12,6
Útreiðslur3.8073.642-165-4,3
Lønarflytingar735750152,0
Inntøkur1.1231.146222,0
Útreiðslur38839682,0
Íløgu- og fíggjarvirksemi-103-556-453440,4
Inntøkur406854447110,0
Útreiðslur5091.409900176,7
Rakstrarflytingar59080821837,0
Inntøkur1.0701.07220,2
Útreiðslur480264-216-45,0

Kelda & mynd:Hagstova Føroya

0 FacebookTwitterPinterestEmail

   

Báðir partar vilja styrkja um tilbúgvingarsamstarvið. Hetta var millum niðurstøðurnar, tá ið landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni K. Petersen, hitti danska starvsbróðurin, Torsten Schack Pedersen, í Keypmannahavn 15. novembur.

Føroyar arbeiða við at betra um samstarvið við Danmark og hini Norðurlondini um tilbúgving, millum annað innan Haga-samstarvið.

Bjarni K. Petersen var sera fegin um samrøðuna við danska ráðharran og segði soleiðis eftir fundin: “Vit høvdu eina sera góða samrøðu um samstarv á tilbúgvingarøkinum, ið báðir partar vilja styrkja. Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd”.

Kelda & mynd: lmr.fo nov. 2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Innflutt var fyri 10,7 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2023 til september 2024. Tað eru 833,2 milliónir krónur, ella góð 7 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin fyri september er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá oktober 2023 til september 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 483,8 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 195,3 milliónum krónum ella 6,3 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 oktober – septembermunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans11.550,310.717,1-833,2-7,2
0 – Matvørur og livandi djór2.451,92.444,0-7,9-0,3
1 – Drykkjuvørur og tubbak141,6144,22,61,9
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni410,2286,5-123,7-30,2
3 – Brennievni og aðrar oljur1.986,91.503,1-483,8-24,4
4 – Djóra- og plantuoljur157,9186,628,718,2
5 – Evnafrøðiligt tilfar931,4973,341,94,5
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.377,11.319,8-57,3-4,2
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør3.116,42.921,2-195,3-6,3
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur976,7938,1-38,6-3,9
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,10,30,1116,8

Kelda:Hagstova Føroya

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál, sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 623,1 milliónir krónur ella nærum 14 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 138,6 milliónir krónur, ella 2,8 prosent. Av hesum stendur byggivirksemi fyri eini minking sum er 106 milliónir krónur. Innflutningurin av heilivági og øðrum er vaksin við 24,5 milliónum krónum.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 
 

Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 oktober – septembermunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans11.550,210.717,0-833,2-7,2
Endalig nýtsla4.532,63.909,5-623,1-13,7
Nýtsla í framleiðsluni4.977,34.838,7-138,6-2,8
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak2.025,72.004,4-21,3-1,1
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð263,7251,3-12,4-4,7
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni1.533,31.427,4-106,0-6,9
Vevnaður; klædnavørur; skógvar211,2221,510,34,9
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur493,2454,9-38,3-7,8
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur62,465,22,94,6
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur371,5396,124,56,6
Tað almenna; hervald og annað16,217,81,610,2
Fastar bruttoíløgur2.040,31.968,9-71,4-3,5

Kelda:Hagstova Føroya

Í talvuni síggja vit, at munandi minni er innflutt úr ES og USA, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin. Innflutningurin úr ES er minkaður 1,3 milliardir krónur, ella góð 19 prosent, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við 654,5 milliónum krónum, ella 35,4 prosent.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 oktober – septembermunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans10.579,69.806,3-773,3-7,3
ES (27_2020)6.779,45.469,0-1.310,4-19,3
Evropa annars1.847,52.502,0654,535,4
Norðurafrika19,021,52,513,1
Afrika annars17,318,00,74,1
Norðuramerika322,2169,7-152,5-47,3
Miðamerika og Karibia17,618,81,26,9
Suðuramerika187,8159,0-28,9-15,4
Miðeystur9,79,0-0,8-7,7
Asia annars993,91.000,76,80,7
Avstralia og Nýsæland26,321,4-4,9-18,7
Oseania og Póløkini annars0,20,1-0,1-38,6
Ógreinað og ókent358,5417,058,416,3

Kelda:Hagstova Føroya

Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum áðrenn 2022, nevniliga á umleið 400 milliónir krónur um mánaðin. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa annars verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði nógvu tey seinastu árini.Kelda: Hagstova FøroyaInnflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogførmió. kr.ES (27_2020)Evropa annarsAfrikaNorðuramerikaMið- og suðuramerikaAsia og OseaniaÓgreinað og ókentJan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ’22Jan ’23Jul ’23Jan ’24Jul ‘242000202005001.000

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

Kelda & mynd: hagstovan.fo 15 nov. 2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fólkaflokkurin hevur just havt ársfund í Tórshavn og vit endurgeva her formansfrágreiðingina hjá Beinir Johannesen

Brot úr røðuni sum vit hava valt at vísa her.

Góðu tit, góðu fólkafloksfólk.

Áðrenn, eg komi til við formansfrágreiðingina, so vil eg líka steðga á. Síðani seinast, vit vóru savnað til landsfund, so eru tveir av okkara fyrrverandi formonnum farnir.

Tann 20. februar í ár fór Anfinn Kallsberg. Anfinn var formaður okkara í 14 ár. Hann var løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og løgmaður.

Tann 8. juli fór Jógvan Sundstein. Jógvan var formaður okkara í 13 ár. Hann var løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður og løgmaður.

Báðir vóru teir væl lýddir og høgt virdir millum manna. Teir slóðaðu fyri og fluttu okkara samfelag fram á leið.

Áðrenn, vit fara víðari, fari eg heita á tykkum um at reisast og minnast hesar báðar í tøgn.

Hyggi eg aftur á tað farna árið, so er nógv at gleðast um.

Í Føroyum hava vit enn lágt arbeiðsloysi. Arbeiði er til allar hendur. Búskapurin veksur, og nógv virksemi er í samfelagnum. Eisini er rentan dalandi, og tað lættir um hjá mongum.

Men síðani seinast, vit hittust, eru vit eisini farin at síggja eina keðiliga gongd.

Burðartalið hevur verið lækkandi seinastu árini. Bara upp á tvey ár er talið av føddum lækkað við yvir 100 børnum. Einki bendir á, at talið batnar í ár. Barnafamiljurnar eru sperdar og hava tørv á størri frælsi – størri frælsi yvir síni tíð og pengum.

Tølini vísa eisini, at alsamt fleiri ung velja at flyta av landinum. Av hesum er eisini ein partur, ið ikki kemur heimaftur.

Ein nýggj kanning hjá Glasi, ið varð kunngjørd í vikuni, vísir, at bert fimti hvør næmingur á miðnámi ætlar sær undir hægri útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær uttanlands.

Hendan keðiliga gongdin er samstundis, sum talið av eldri er vaksandi. Heldur gongdin fram, hava vit ein stóran haldføristrupulleika.

Vit kunnu ikki lata standa til. Vit skulu broyta gongdina.

Týsdagin vóru vit á vali. Tá valdu vit, hvørja kós vit ynsktu fyri ta kommunu, vit búgva í. Hvønn dag taka vit avgerðir. Okkara val og avgerðir hava týdning fyri, hvussu vit byggja okkara lív.

Í politisku skipanini taka vit avgerðir, ið ávirka lívið hjá øllum føroyingum. Hesar avgerðir fáa borgararnar at taka eina avgerð. Velja teir til, ella velja teir frá? Sum Dania O. Tausen yrkir, so er tað, at siga ja, samstundis at siga nei til okkurt annað.

Vit í Fólkaflokkinum ynskja, at fólk skulu velja Føroyar. Hóast vit sita í andstøðu, so vilja vit vísa á loysnir, ið ikki eru veruleikafjarar og sum kunnu bera okkara samfelag á røtta leið. Politiski myndugleikin skal altíð gera sítt til, at tað er gott at vera ungur, og at tað er gott at vera ein familja í Føroyum.

Tí hava vit gjørt eitt uppskot um ein familjupakka. Ein pakki, ið gevur familjunum størri frælsi yvir teirra tíð, pengum og møguleikum. Familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum, og tí vilja vit gera samfelagið meira familjuvinarligt.

Tað krevur stóra fíggjarliga orku, tá familjan skal hava gerandisdagin at mala runt. Vit vilja geva familjum og borgarum størri frælsi yvir teirra egnu pengum.

Vit vilja hækka barnafrádráttin, so hann er hægri enn í dag, og gera hann stigvísan, so tú fært størri fíggjarligt rásarúm, tess størri familjan verður. Okkara uppskot gevur einari familju við trimum børnum, harav tvey eru undir skúlaaldri, 10.100 kr. meira um árið at liva fyri.

Tað ger mun fyri familjuna.

Vit vilja javna mørkini í skattaskipanini, so tey verða dagførd samsvarandi lønar- og prísvøkstrinum. Soleiðis byrgja vit fyri, at skattatrýstið hækkar.

Vit vilja geva kommununum eina heimild at hækka botnfrádrátt teirra. Í dag er botnfrádrátturin 30.000 kr. í øllum kommunum. Botnfrádrátturin rakar tær lægri inntøkurnar harðast, tí fyrst tjenta króna verður so tíðliga skattað. Vit vilja, at kommunurnar kunnu fáa eina heimild, har til ber at hækka botnfrádráttin til tess at hjálpa lægri løntum.

Bústaðatrotið er stórt.

Familjur hava torført við at seta føtur undir egið borð. Kanning, ið varð kunngjørd fyri kortum, vísti, at heili 94% av føroyingum ynskja at hava egið hús ella egna íbúð. Vit vilja gera tað møguligt hjá ungum og familjum at seta búgv.

Vit vilja veita fólki mvg-afturbering av sethúsabygging, heldur enn at veita rentustuðul. So fært tú stuðulin beinanvegin, heldur enn yvir 30 ár. Tað hevði givið betri møguleika at bygt, og tað hevði økt um útboðið.

Í dag spara vit upp til egna pensjón. Samstundis sum vit gera tað, so kunnu ungfólk koma í ta støðu, at tey ikki fáa fígging til egnan bústað, samstundis sum tey eiga nógvan pening á sínari pensjónsuppsparing.

Vit vilja lata ungum møguleikan at nýta part av egnari pensjónsuppsparing sum eginfígging, tá tey keypa ella byggja sín fyrsta bústað. Tað gevur teimum møguleika at seta føtur undir egið borð, samstundis sum tann íløgan er ein uppsparing í sær sjálvari.

Vit vilja, at familjur skulu hava bestu møguleikar at ráða yvir tíðini, tá børnini eru smá. Familjan SKAL hava frælsi at ráða yvir egnum viðurskiftum.

Vit hava í hesum valskeiðnum fleiri ferðir lagt uppskot fram um at betra um barsilsskipanina. Vit vilja, at barsilsskipanin skal betrast á fleiri økum, har vit m.a. veita foreldrum størri frælsi yvir barsilstíðini.

Vit vilja eisini geva familjum møguleika fyri at fáa frælsa barnaansing. Hjá øllum familjum hóskar tað vanliga dagstovnatilboðið ikki til teirra tørv. Summi ynskja eisini at vera longri heima við børnunum, enn barsilstíðin loyvir teimum. Tí vilja vit geva heimild fyri frælsari barnaansing.

Vit skulu altíð stremba eftir, at ung velja Føroyar til heldur enn frá. Vit skulu bjóða útbúgvingar, ið endurspegla eftirspurningin og tørvin í samfelagnum. Eisini mugu vit gera tað liviligt at búgva í Føroyum sum lesandi, bæði fíggjarliga og í mun til bústað.

Tí vilja vit geva lesandi familjum størri fíggjarligt rásarúm og hækka barnastudningin. Eisini vilja vit framhaldandi stuðla uppundir, at lestraríbúðir verða bygdar, og at bæði almennir og privatir aktørar sleppa framat.

Øll hesi átøk, trúgva vit, fara at geva familjunum størri frælsi. Hetta eru átøk, ið skulu fáa ungfólk at velja Føroyar til.

Okkara familjupakki hevði eisini rokkið teimum lágløntu, ið eru harðast rakt av prís- og rentuhækkingum. Í fjør framdi samgongan eina skattaumskipan. Man gav skattalætta við aðrari hondini, men hækkaði avgjøldini við hinari. Tað merkti, at láglønt fingu ongan skattalætta, men hægri brenniavgjøld, hægri bensin- og dieselavgjald, hægri el-prís, hægri kringvarpsgjald og nógv annað. Hesi somu, ið ikki hava ráð at leggja um til grøna orku.

Eisini blivu sjómenn skerdir, og tey, ið arbeiða uttanlands, fingu munandi skattahækking. Heldur enn at tað fer at geva meir í landskassan, so hevur tað við sær, at fleiri velja at flyta av landinum. Ein avgerð, ið eigur at verða – og vónandi verður – endurskoðað.

Tað er gleðiligt, at lagt verður upp til, at breiðar semjur skulu fremjast, og fleiri eru framdar. Tað er neyðugt, at vit í størri mun tvørtur um floksmørk finna semjur, ið flyta okkara samfelag fram á leið.

Vit hava ikki verið við í øllum teim breiðu semjunum. Orsøkin er einføld. Um vit ikki trúgva, at semjurnar eru gagnligar fyri okkara land, so eru vit ikki við.

Í málinum um gongd í haga varð gjørt seg inn á grundleggjandi rættindi – nevniliga ræðisrættin. Tað kundu vit ikki liva við, og tí vóru vit ikki við. Haraftrat er lógin, ið myndugleikarnir hava víst á, ógreið.

Semjan um tøkugjøldini skattar alivinnuna, tá prísurin er lægstur. Ein tílík langtíðarsemja er ikki trygg fyri okkara vinnu.

Tó, so hava vit verið við í breiðum semjum, ið vit halda gagnar okkara landi. Vit hava gjørt breiðar semjur um batar í barsilsskipanini og innan fólkaskúlan. Tvey økir, ið liggja okkum nær.

Tá við høvdu landsfund í Skopun í fjør, fóru vit tvørturum Skopunarfjørð við Teistanum. Nú, vit hava landsfund í Havn, eru tit sandoyingar komnir tvørturum fjørðin við bili. Eingi atlit skulu takast til, nær ein skal vera aftur á Gomlurætt. Eitt frambrot, ið hevur birt vón á Sandoynni.

Hinvegin, so eru nøkur komin norður við Smyrli í morgun. Tey mugu tillaga seg eftir ferðaætlanini, soleiðis at tey náa suðuraftur við Smyrli.

Gongdin er vend á Sandoynni. Fólk flyta til oynna, arbeiðsloysið er minkað og vinnulívið ger íløgur í oynni. Nú skulu vit velja. Velja vit at venda gongdini fyri Suðuroynna, ella ikki?

Vit hava gjørt eina breiða semju um, at gongd skal setast á verkætlanina um Suðuroyartunnil. Tað er ein verkætlan, ið er neyðug fyri at venda gongdini í Suðuroynni. Tí vilja vit fara í holt við fyrireikingarnar til hesa verkætlan, soleiðis at tað gerst lættari hjá suðuroyingum at stýra teirra gerandisdegi.

Vit hava í fleiri ár verið signað við stórum búskaparvøkstri í Føroyum. Tó mugu vit viðurkenna, at vøksturin heldur ikki áfram í allar ævir.

Samstundis, sum inntøkurnar eru vaksnar, so hevur politiska skipanin ikki dugað nóg væl at hildið aftur í útreiðslunum. Og nú síggja vit úrslitið av tí – og tað er als ikki nøktandi.

Seinastu tíðina hevur útreiðsluvøksturin hjá tí almenna verið hægri enn tað, ið inntøkuvøksturin hevur verið. Á fíggjarlógini fyri komandi ár vaksa útreiðslurnar við 4,9%, meðan inntøkurnar vaksa 1,9%. Tað heldur ikki í longdini, og tí MÁ okkurt gerast. Og í hesum føri undrist eg á mátan, sum samgongan handfer hendan trupulleikan.

Í fíggjarlógaruppskotinum síggja vit, at man skerjir innan útbúgving, hóast alsamt fleiri ung leita sær av landinum. Man skerjir í eftirlitinum hjá Taks, hóast vit ofta hoyra søgur um rúsevni, ið floyma inn í landið. Man skerjir hjá teim veiku innan almannaøkið. Inntøkuvøksturin steðgar, men man ger ikki átøk fyri at vaksa um okkara búskap.

Hinvegin, so veksur man um sína egnu umsiting. Kostnaðurin av landsstýri og aðalráðum er vaksin við 32,6 mió. kr. síðan hendan samgongan tók við. 32,6 mió. kr. (!).

Hjá undanfarnu samgongu var vøksturin 830 tús. kr.

Eisini verður vaksið um aðra fyrisiting, og m.a. verður talið av sendistovum hækkað.

Skal man tálma útreiðslunum, átti man at havt byrjað hjá sær sjálvum. Har er nokk at taka fatur í.

Vit hava ynskt, at vit gera nakað við útreiðsluvøksturin og tær haldførisavbjóðingar, ið vit hava. Allir flokkar á tingi hava umrøtt málið, og vilja vit gjarna vera við í nøkrum breiðum semjum, ið tálma útreiðslurnar – tí tað er neyðugt.

Eitt mál, ið hevur verið umrøtt, er hetta at hækka pensjónsaldurin. Tað kunnu vera og eru fleiri orsøkir til, at pensjónsaldurin skal hækka. Tó tykist tað undarligt, at samstundis sum man ætlar at hækka pensjónsaldurin, so skal arbeiðsvikan styttast. Fyri at øll tey yngru kunnu arbeiða minni, so skulu tey eldru arbeiða meiri. Tað virkar øvut.

Eisini vísa tølini, at hetta, at stytta arbeiðsvikuna, er kostnaðarmiklari fyri land og vinnu enn tað, ein hækking í pensjónsaldrinum gevur. Tað hongur ikki saman, at vit yngru skulu arbeiða minni, so tey eldru skulu arbeiða meira. Hetta fer samlað sæð at gera haldførið verri, heldur enn at betra um tað.

Eitt av okkara málum í Fólkaflokkinum er, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap. Tí er tað gleðiligt, at ríkisveitingin verður skorin og yvirtøkur verða framdar. Nakað, ið vit taka fult undir við, tí tað er neyðugt. Tó eru viðurskifti, ið ikki bera okkum rætta vegin.

Skulu vit sum tjóð fáa ein sjálvberandi búskap, so má hann vaksa – køkan má vaksa. Ikki gerast minni.

Vinnupolitiskt hava vit ikki sæð átøk, ið skulu fáa okkara búskap at vaksa. Heldur hinvegin, tíverri.

Gjøldini á alivinnuna eru hækkað og hava eisini kostað arbeiðspláss. Veiðigjøldini í fiskivinnuni eru munandi hækkað, samstundis sum kvoturnar minka.

Fyri vinnu á landi eru nógvar avgjaldshækkingar framdar, el-prísurin er hækkaður munandi, verri treytir hjá fyritøkum tá umræður sjúkradagar, meir kostnaðarmikið at hava lærlingar og meira. Broytingar, ið ávirka kappingarføri hjá okkara fyritøkum.

Í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, valdar eisini óvissa. Samgongan ynskir ikki leingja veiðiloyvini og veit ei heldur hvørja skipan, man ynskir. Enn er óvist hjá manningunum, ið fiska í Barentshavinum, hvør lagnan hjá teimum verður komandi ár. Sama er galdandi fyri tey, ið merkja ringvirkningarnar av hesum. Tí er eisini óvist hjá fleiri familjum, hvat inntøkugrundarlag tey hava komandi ár – um yvirhøvur nakað.

Vinnupolitiskt er torført at fáa eyga á, hvør kósin er. Tað tykist ikki sum, at viljin er at økja um køkuna. Tað einasta, semja er um, er, at vinnan skal gjalda meiri, og tí eisini gerast verri kappingarfør.

Hvat velja vit – ein sjálvberandi búskap við eini vinnu, ið er kappingarfør á altjóða marknaðinum, ella ein vinnupolitikk, ið bert snýr seg um, hvussu nógv meira vinnan skal gjalda – og harvið minka um búskapin?

Vit skulu til eina og hvørja tíð velja tað fyrra.

Týsdagin var kommunuval. Vit kunnu fegnast um, at Fólkaflokkurin fekk framgongd bæði í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Ein hjartans tøkk til valevnini og lokalfeløgini fyri eitt megnar arbeiði í valstríðnum, og til lukku til tey, ið vórðu vald. Sjálvandi er tað harmiligt, at vit eru endað í andstøðu, men vænti og veit eg, at tit fara gera tykkara besta at umboða okkara politikk og flokk væl.

Eisini er at fegnast um, at fleiri av okkara gjørdu góð val í øðrum kommunum.

Nú valskeiðið er komið í helvt, so skulu vit hyggja fram ímóti næsta valinum – løgtingsvalinum.

Veljarakanningarnar hava verið góðar. Hóast tær ikki siga alt, so er tað ein ábending um, at fólk ynskja ein borgarligan politikk. Ein familjuvinarligan politikk. Fólk ynskja ein politikk, ið skapar karmar fyri vinnulív – ikki forðingar. Ein politikk, ið leggur dent á fíggjarligt skynsemi. Eitt stýri, ið velur einar frælsar Føroyar, sum hevur eitt frælst fólk og ein sjálvberandi búskap. Men, sum ein segði, so er einki liðugt, fyrr enn alt er liðugt.

Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví ung skulu velja Føroyar.

Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví familjan skal velja Føroyar.

Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví vinnulívið skal velja Føroyar.

Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví Føroyar hava brúk fyri Fólkaflokkinum.

Takk fyri, at tit lýddu á, og framhaldandi góðan landsfund.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eftir kommunuvalið týsdagin hin 12. november hava nývaldu umboðini í Runavíkar býráð samskift og samráðst um, hvussu býráðsarbeiðið skal skipast næstu árini. Tríggir listar stillaðu upp til valið, og fingu teir ávikavíst 8, 2 og 1 umboð valt. 11 fólk  eru vald í Runavíkar býráð til tað at umboða borgararnar í næsta valskeiði. Øll tey valdu umboðini eru samd um at samstarva á jøvnum fóti í valskeiðnum sum liggur frammanfyri okkum, – valskeiðið byrjar við ársskiftið 2024/25 og røkkur fram til ársskiftið 2028/29.


 
Semja er um:
 
·at fylgja longu løgdu fíggjarætlanini fyri 2025, sum er samtykt við 1. viðgerð, og verður samtykt við aðru viðgerð á býráðsfundinum hin 28. november í ár.
·at leggja til rættis eina langtíðar løguætlan, eina 4 ára- og eina 10 ára ætlan, sum grundarlag undir fíggjarstýringini og árligu fíggjarætlanunum.
·at halda fram við spillivatnsætlanini, hagartil komið er á mál. Síðan 2013 hevur verið virkað við málinum, og nú eru bert nakrir snøklar eftir at gera.
·at gera eina menningarætlan fyri bygdirnar.
·at virka fyri at fáa neystaøki tøk.
·at fáa skipanina “Ung í arbeiði” at virka aftur.
·at raðfesta eldraøkið við støðugt at ganga tíðarinnar krøvum á møti.
·at fyrireika kommununa til ein størri tørv á skúlaøkinum.
·at fyrireika kommununa til ein størri tørv á ansingarøkinum.
·at endurskoða skatta- og ansingargjaldsspurningin.
·at hækka tænastustøðið á skúla og ansingarøkinum.
·at kanna møguleikarnar fyri alternativum bústøðum.
·at raðfesta nýggjar útstykkingar.
·at raðfesta vegir, støðupláss og gøtur – hesar seinastu eisini millum bygdir.
·at raðfesta spælipláss.
·at raðfesta kommunal nátthús
·at halda fast við Miðbýarætlanina í Saltangará/Runavík.
·at virka fyri miðøkjum á bygdunum einsæris.
·at virka fyri at fáa í lag ætlanirnar um ítróttarhús í Runavík og á Skála.
·at kanna møguleikarnar fyri víðkaðum busssambandi í kommununi.
·at raðfesta umvælingar av kommunalum ognum hægri.
·at endurskoða byggisamtyktir.
·at raðfesta umhvørvi á øllum mótum.
·at raðfesta landstreym til skip – serstakliga har nýbygt verður á havnalagnum.
·at herða krøvini til teirra, sum hava fingið kommunal grundstykkir í lut.
·at gera eina nýggja reglugerð fyri útlutan av kommunalum grundstykkjum.
·at raðfesta Visit Runavík hægri í mun til eina væntandi vaksandi ferðavinnu.
·at raðfesta mentanina væl hægri, m.a. við betri venjingarmøguleikum til tónleik og øktum tilboðum bæði í býi og bygdum.
·at fáa lagdan til rættis ein kommunalan heilsupolitikk.
·at fáa lagdan til rættis ein integratiónspolitikk.
·at fáa gjørdan ein vinnupolitikk.
·at fáa gjørdan ein barna- og ungdómspolitikk.
·at dagføra mentanarpolitikkin.
·at fáa lagt eina ætlan fyri ungdómstrivnaði kring um í kommununi.
·at kanna møguleikarnar fyri at seta ein ungdómssamskipara.
·at raðfesta grøn økir í sambandi við býarplanlegging.
·at eyðmerkja økir ið hava serligan náttúrutýdning.
·at fara undir at fyrireika eitt íverksetara- og vitanarumhvørvi í kommununi.
·at raðfesta fornminni og søvn.
·at halda fram við tí grøna orkuskiftinum.
·at uppraðfesta viðlíkahaldið av vega- og gøtukervinum hjá kommununi.
·at fyrirreika liðugtgerð av havnarlagnum undir Høgabóli.
·at uppraðfesta bátahyljar og lendingar.
·at raðfesta samansjóðing av bygdunum í kommununi.
·at kanna møguleikarnar fyri at seta í verk eina matarskipan í kommunalum skúlum og dagstovnum.
·at kanna alternativar møguleikar fyri at førleikamenna og útbúgva starvsfólk á dagstovnaøkinum.
·at fara undir fyrireikingar av eini býarætlan fyri Skála.
·at betra um hølisumstøðurnar hjá Musikkskúlanum.
·at halda fram við at fyrirreika eitt nýtt rusk- og umhvørvispláss.
·áhaldandi at virka fyri størri opinleika og gjøgnumskygni í kommununi.
·at fyrireika vetrarfriðing í Funningi og Elduvík.
·at fyrireika skipan av ungdómsráði.
·At fáa vatnveitingina løggildaða í øllum bygdum.
 
—         o       —
 
Á skipanarfundi í dag, sum byrjaði kl. 13, samtykti nývalda býráðið einmælt at skipa seg soleiðis:
 
Borgarstjóri:
 
Tórbjørn Jacobsen
 
Varaborgarstjóri:
 
Tóri Højgaard
 
Fíggjarnevnd:
 
1.  Tórbjørn Jacobsen, formaður
2.  Tóri Højgaard, næstformaður
3.  Sigrun Jónsveinsdóttir
4.  Arnfinn Langgaard
5.  Terje Beinar Vestergaard
 
Varalimur:
Jóhan Vest
 
Tøkni- & umhvørvisnevnd:
 
1. Pauli Poulsen, formaður
2. Jóhan Vest, næstformaður
3. Jógvan Andersen
4. Petur Hansen
5. Arnfinn Langgaard
 
Varalimur:
John Andersen
 
Vinnunevnd:
 
1. Jógvan Andersen, formaður
2. Terje Beinar Vestergaard, næstformaður
3. Bogi Hansen
4. Pauli Poulsen
5. Jóhan Vest
 
Varalimur:
Sigrun Jónsveinsdóttir
 
Havnanevnd:
 
1. Bogi Hansen, formaður
2. Terje Beinar Vestergaard, næstformaður
3. Jógvan Andersen
4. Sigrun Jónsveinsdóttir
5. Jóhan Vest
 
Varalimur:
John Andersen
 
Trivnaðarnevnd:
 
1. Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna
2. John Andersen, næstformaður
3. Petur Hansen
4. Pauli Poulsen
5. Arnfinn Langgaard
 
Varalimur:
Tóri Højgaard
 
Mentanarnevnd:
 
1. Petur Hansen, formaður
2. John Andersen, næstformaður
3. Sigrun Jónsveinsdóttir
4. Bogi Hansen
5. Terje Beinar Vestergaard
 
Varalimur:
Jógvan Andersen
 
Ítróttarnevnd:
 
1. Arnfinn Langgaard, formaður
2. Pauli Poulsen, næstformaður
3. Jógvan Andersen
4. John Andersen
5. Terje Beinar Vestergaard
 
Varalimur:
1. Bogi Hansen
 
Byggi- & býarskipanarnevnd:
 
1. Tóri Højgaard, formaður
2. Jóhan Vest, næstformaður
3. Petur Hansen
4. John Andersen
5. Bogi Hansen
 
Varalimur:
Terje Beinar Vestergaard
 
 
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.

Kelda & mynd: runavik.fo 16. november 2024
 

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts