tirsdag, november 11, 2025
Home Author
Author

Lagt út ÓML

Heimið við Vallalíð 20 ár

by Lagt út ÓML

Týsdagin hátíðarhelt Heimið við Vallalíð, at 20 ár nú eru liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn.

AURAMYNDIR Vallalíð20áraføðingardagur 20251104 141620

Húskórið “Sangfuglarnir” framførdi fyri teimum vitjandi, og endaði dagurin við góðum veitslulagi frá Harmonikumonnum.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom í røðu síni júst inn á heimliga og hugnaliga dámin, ið eyðkennir Heimið við Vallalíð.

A view of a coastal town with colorful houses, a flag flying, and a distant mountain under a cloudy sky.

Her er brot úr røðuni:

“Í dag eru 20 ár liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn higar í Heimið við Vallalíð, ið var fyrsta heim av sínum slagi í Føroyum. 

At byrja við varð arbeitt eftir Eden-hugsjónini, sum leggur serligan dent á at skapa eitt heimligt og lívsjáttandi heim. Her vóru húsdjór, so sum hønur, dunnur og kettur, og serligur dentur varð lagdur á mat og matgerð í køkinum, sum var sjálvt hjartarúmið. Í havanum stóð ein hjallur, har kjøt og fiskur vórðu ræsað og turkað, og borðreitt var eftir árstíðini við fugli, fiski, grind og øllum frá slaktinum. Eitt skifti var ein verkætlan, har ungir menn flettu í stovuni, veltu eplir og hoyggjaðu og mangt annað, og eisini høvdu tit rabarbur.

Alt broytist við tíðini og soleiðis eisini Heimið við Vallalíð, sum nú verður rikið meira sum eitt vanligt røktarheim. Onkur av tykkum, sum var við til at byggja heimið upp frá byrjan, er her enn, og tað fortelur okkum eisini eitt sindur um tann góðan trivnað, ið her er. Enn sum áður stremba tit øll eftir at gera tað fjálgt og gott búgva her, samstundis sum tit gera hetta til eitt gott arbeiðspláss. Kettur, hønur og dunnur eru her við sama lag, og tann heimligi dámurin hongur við.

A woman with curly hair speaks into a microphone, holding a piece of paper, in a well-lit indoor setting.

Og so ikki at gloyma kórið Sangfuglarnar, tí yvirhøvur er sanggleðin sera stór.

– Sum tað hevur verið frá byrjan til dagin í dag, hevur heimið framúr dugnalig starvsfólk, ið brenna fyri sínum arbeiði. Tit eru við til at skapa teimum, sum búleikast her, eitt gott og trygt heim, og takk skulu tit hava fyri tað. Stutt sagt hevur Heimið við Vallalíð øll árini verið merkt av einum serliga hugna og fløva, sum vit eisini merkja í dag.

Tí er tað mær ein gleði vegna Tórshavnar kommunu at kunna ynskja tykkum hjartaliga tillukku við hesum 20 góðu árunum.”

A choir performs indoors, wearing black outfits with blue scarves. An audience sits at tables, enjoying the performance.
A group of people is singing, with one woman in the foreground holding a music sheet and pointing at the lyrics.

A woman speaks at a microphone in a room with a green tablecloth, while attendees listen. Flowers and decor are on the table.

A group of people is gathered around a display board filled with photos, while two men engage in conversation.

A tabby cat walks through a spacious indoor area, with soft lighting and furniture in the background.

Kelda & myndir: torshavn.fo 5 nov.2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði hevur gjørt av at lata Marionnu Beritardóttir Egholm 25.000 krónur í stuðli til hennara lestur á Designskúlanum í Kolding, har hon lesur tekstildesign á bachelorstigi.

Undirvísingin er innan arbeiðsøkini prent, veving og binding.

Marianna Beritardóttir Egholm leggur dent á at arbeiða við burðardyggari menning og endurnýtslu av tekstilum. Higartil í skúlagongdini hevur hon m.a. varpað ljós á, hvussu plantur kunnu nýtast til plantuliting og at plantur kunnu vevast inn í tilfarið.

Endamálið er at vísa, hvussu vit í felag kunnu nýta tilfar frá nærumhvørvinum, við støði í okkara tekstilu siðvenjum, til at skapa nýggj tekstilir ella klædnapløgg, sum vit brúka í gerandisdegnum, umframt at brúka tilfarið til at skapa list.

Hon hevur eisini stóran áhuga fyri ull og viðgerð av ull og fyri siðbundnum handarbeiði – hvussu vit varðveita hetta og samstundis menna mentanarligir siðir.

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna “Minnisgrunn Sonnu av Skarði”.

Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Kelda & mynd: 6-11-2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Føroyskir politikkarar hava áðrenn mína tíð, og alla mína tíð tosað um at fáa meira ávirkan á okkara uttanríkis politikk, tað vil siga eisini verju og trygdar mál.

Nú er kríggj brostið á í okkara grannalagi, og eg havi sera ringt við at skilja hvat okkara støða er til kríggið í Ukraina, gamaní sjálvandi halda vit tað er ræðuligt og eigur at steðgað beinaveg og vit taka frástøðu.

Vit tosað uppí leypar, at vit eru partur av vesturheiminum og vit skulu stuðlað øllum tiltøkum og boykottum, men hvat merkir tað heilt konkret, fyri okkum einki higartil, tann reina heita luft, hetta er eitt sera viðbrekið evni og ikki lætt.

Moralskt og etiskt, vita vit innast inni, hvat skal gerðast.

Lat okkum taka uppgávuna at verða partar av einari friðar loysn, vit eru sum land sera óheft, vit eru ikki partur av ES, vit eru ikki partur av EFTA, vit eru vegna ríkið partur av NATO men øll vita at vit eiga ikki eitt vápn, øll síggja eitt sera neutralt land, úti í Norður Atlantshavi.

So kunnu nógv halda at tað er óseriøst, eri svakur ella okkurt annað, akkurát tað sama sum tá vit sakssøktu ES fyri teirra boykott av okkum, men eingin flenti, tá vit vunnu stríðið.

Tað sum eg sigi er at vit kunnu bjóða okkum fram sum friðarmeglara, og ja eg haldi vit eru partur av vesturheiminum, og heiminum, eg ynski tað sama sum flest øll fólk í Føroyum og heiminum, at ræðuleikarnir steðgað, men tað er bert lumma ull, sum kemur av sær sjálvum.

Hetta er sjálvsagt mín persónliga meining, men eisini eitt uppskot og eitt hjartasuff.

Vit hava sera dugnalig samráðingarfólk tá vit tosað um altjóða trætir.

Kelda: FB Kaj Leo Holm Johannesen – 2023

Viðmerking frá 24FO.NEWS

Hatta er sera áhugavert og nú ein dagin segði ein visionerur havnamaður við meg, Óli skulu vit ikki fara at mekla. Eg segði, at tað var eitt frálíkt hugskot og at eg var klárur. Hugsaði víðari um hetta og kom fram á eitt búmerkið sum ein vinmaður gjørdi til mín fyri mongum árum síðani minst 10 til 15 ár síðani og eg tók tað fram og fekk Co-pilot AI at uppfríska hetta snotiliga búmerki sum eg ikki hevði orginalin av. Nokk farin burtur við eini gamlari teldu. Her er tað búmerkið og so fekk eg Co-pilot at arbeiða víðari við einum búmerkið um so er, at privatpersónar taka seg saman og fara at royna at mekla. Sum nú er et tað bara Trump ið roynir at mekla millum londini. Europearar fáa ikki tikið seg saman sær tað út til.

Støðan er sera vandamikil og kreppan í Europa økist fyri hvønn dag ið gongur

Men her eru so búðmerkini:

Sjálvandi kundi føroyingar saman við eitt nú dønum og norðurlondum verið við til, at sett upp eitt format til friðartingingar og komið við útkastum til stríðandi partarnar.

Her er so búmerki til altjóða privat samstarv og eg havi eisini hjálagt eitt útkast í 22 punktum som eina byrjan:

Draft – 31 October 2025

22 Selected Points in a Peace Plan

  • Unarmed international observers enter the country
  • Hostilities stop along the contact line
  • Exchange of prisoners & return of children and refugees who ended up in Russia
  • Extended autonomy for Donbas in the fields of culture and trade
  • Ukraine remains militarily neutral
  • Coexistence on the Crimean Peninsula
  • Russia sends special envoys for trade and culture to eastern Ukraine
  • The Baltic states and Ukraine respect minority rights: language, culture, education
  • Russia participates in financing the reconstruction of selected cities
  • Ukraine receives security guarantees from 30 countries and the USA
  • Ukraine receives reconstruction support and funding from over 50 countries
  • Frozen Russian assets are released
  • Companies that left Russia re-establish their activities there, as far as possible
  • All sanctions against Russia are lifted
  • Demilitarized zones of 100 + 100 km are established along all Russian borders
  • No military exercises are conducted near Russia’s borders
  • Normal diplomatic relations are re-established between Russia, EU countries, the USA, and the UK
  • Trade within Europe is normalized
  • Only national forces are stationed in countries bordering Russia
  • A ceasefire is concluded
  • Unarmed international peace observers are deployed to Ukraine
  • Russian troops withdraw to the Crimean Peninsula
0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fleiri løgtingsfólk halda ikki tað er eitt gott hugskot at broyta stýrisskipanarlógina og seta inn í lógina hvussu nógv aðalráð vit skulu hava, hetta sigur løgtingsfólk í viðtalu við 24FO.NEWS

Sjálvt um fleiri tingfólk eru samd um, at tað kann vera skilagott at lækka talið av aðalráðum, so er ikki vist, at tað fer at hepnast sum ynskt verður. Tí er ikki skilagott at seta tal á við lóg. Eitt nú vísir løgtingsfólk á, at hevur eitt landsstýrisfólk størri áhuga fyri einum parti av sínum málsøkið, so kunnu onnur økir verða niðurraðfesta, eitt nú sóu vit, at ein landsstýrismaður i fiskivinnu- og samferðslu málum brúkti nógva orku uppá samferðslu.

Somuleiðis kann eitt landsstýrisfólk í hevur eitt “superministerie” koma í rasshaft av til dømis almannamálum og harvið missa fokus á at menna heilsuverkið og heilsutænastur til borgararnar. So tað er ikki bara at leggja saman, úrslitið kann lætt verða, at eitt aðalráð virkar munandi verri og har málsviðgerðir og avgerðir draga út, so øll fáa verri tænastur.

Mynd:24.FO

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Roknskapartølini hjá Føroya Banka-samtakinum fyri triðja ársfjórðing eru kunngjørd í dag. Tíðarskeiðið hevur sum heild verið merkt av góðari gongd á so at siga øllum mótum, og úrslitið fyri skatt gjørdist 80 mió. kr.

”Okkara virksemi hevur verið merkt av vøkstri á bæði innlánum, útlánum og realkredittlánum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og samanlagt afturføra vit niðurskrivingar. Roknskapartølini higartil í ár bera sostatt boð um eina góða gongd hjá samtakinum og ikki minst ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum. Fleiri rentulækkingar hava verið hetta seinasta árið, og tað munar hjá teimum kundunum, sum hava lán,” sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Eitt ár merkt av rentulækkingum

Eitt, sum hevur sermerkt hetta seinasta árið, eru rentulækkingar. Millum juni í fjør og juni í ár er rentan lækkað sjey ferðir. Hyggja vit eftir, hvat ið marknaðurin væntar á hesum økinum komandi tíðina, so eru ikki útlit fyri, at títtleikin á rentulækkingunum heldur fram. Harafturímóti væntar marknaðurin, at rentan nú er á einum meira støðugum støði, men tað kann tó broytast.

Hóast rentan er lækkað ofta seinasta árið, so ber enn til at fáa rentu fyri innistandandi pening. Innlánini hjá bankanum eru hækkað við 15% samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og henda hækkingin í innlánum vísir millum annað, at kundarnir eru tilvitaðir um og taka av møguleikanum at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Útlitini fyri komandi tíðina

Hyggja vit eftir útlitunum fyri restina av árinum, so eru tey sum heild góð. Bankin væntar, at góða gongdin heldur fram, og at ársúrslitið fyri 2025 verður millum 235 og 265 mió. kr.

Hyggja vit meira yvirskipað eftir føroyska búskapinum, so eru útlit fyri, at búskaparvøksturin stilnar nakað. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya og Búskaparráðnum sæst, at búskaparvøksturin í ár er minni enn undanfarin ár. Búskaparvøksturin væntast at verða 2% í ár samanborið við 3,3% í fjør, 6,7% í 2023 og 9,5% í 2022. Árligi vøksturin er í ársins prísum, og tølini fyri 2022 og 2023 eru uppgerð hjá Hagstovu Føroya, meðan hini tølini eru metingar hjá Búskaparráðnum.

”Hóast búskapurin er farin meira niður í ferð samanborið við undanfarin ár, so meta vit ikki, at nakar vandi er á ferð. Harafturat síggja vit, at væntanirnar til 2026 eru góðar. Hyggja vit eftir okkara egnu tølum, so síggja vit til dømis ikki nakra øking í troti ella skáum, sum vísir, at okkara privat- og vinnukundar klára at svara sínum skyldum. Men hóast kundarnir hava eina haldgóða fíggjarstøðu, so stremba vit altíð eftir at veita øllum okkara kundum slitsterka ráðgeving, so at einstaki kundin kann klára seg væl, sama hvat skiftandi tíðir bjóða,” sigur Turið F. Arge.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 192 mió. kr.
  • Útlánini vóru 9,6 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 2,8 mia. kr.
  • Innlánini vóru 10,8 mia. kr.

Kelda Føroya Banki 04. november 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í vikuskiftinum skipar handilslívið í Runavík fyri árliga Býarskáanum, ið er stóra heysttiltakið í Runavíkar kommunu. Yvir 30 handlar, fyritøkur og matstovur bjóða inn til ein risastóran Býarskáa, og skráin er full av góðum tilboðum, vælsmakkandi mati og einari rúgvu av undirhaldi til bæði stór og smá. Við øðrum orðum; eitt langt vikuskifti, har til ber at keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri ein góðan prís.

Úr rúgvusmiklu skránni kunnu vit nevna, at stórur pop-up marknaður verður í hølinum hjá arbeiðarafelagnum Hæddin við fleiri spennandi handlum og listafólkum, og í Gamla handli verður ein serstøk og sera áhugaverd listaframsýning við verkum úr knústum steinum og glasi. Uttanfyri Gulu Smiðju verður hugnaligt øki við gøtumati við fleiri matvognum og smáttum, har ein kann royna alskyns sløg av mati. Í Løkshøll verður serstøk filmssýning á føroyskum fyri børn og familjur við filminum “Palli Halaleysi”, og Bókasavnið við Løkin hevur eisini eina rúgvu á skránni – bæði søguløtur, spurnakapping og nógv afturat. Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður aftur í ár, og vinningurin er – sum altíð – góður! 

 Til ársins Býarskáa verður skipað fyri einum nýggjum og sera forvitnisligum tiltaki: “Kom og MENN’ist”. Tiltakið verður í Borg á Glyvrum og á skránni eru fyrilestrar, tónleikur, undirhald og smakkroyndir. Flestu handlarnir í økinum hava opið frá kl. 10.00 til midnátt leygardagin og frá kl. 14.00 til 20.00 sunnudagin. 

 Kunning og dagføringar síggjast á síðuni “Býarskái í Runavík” á Facebook. 

 Vit síggjast til ein góðan og undirhaldandi Býarskáa! 

Visit Runavík

Kelda & mynd: runavik.fo 05. november 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Svar uppá fyrispurning nr. 52-032/2025 eftir § 52a í tingskipanini um kostnaðin fyri projektering, ráðgeving, og eftirlit við H-bygninginum síðan byrjanina av verkætlanini, frá Johani Dahl, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru:

  1. Hvat hevur projekteringin kostað tilsamans og býtt yvir ár?
  2. Hvat hava ráðgevandi verkfrøðingar kostað, sum eru keyptir inn til verkætlanina?
  3. Hvat hevur kostnaðurin fyri eftirlitið við byggingini verið í allari byggitíðini?

Sambært Landsverki hevur projekteringskostnaðurin fyri verkætlanina í sambandi við H-bygningin (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin), kostað tilsamans knappar 72,8 mió. kr., og eru tølini í mió. kr. býtt á ár í talvuni niðanfyri.

Kelda & mynd: samband.fo 30 okt 2025

Viðmerkjast skal, at tey fyrstu árini snúðu seg um fyrireikandi arbeiði. Farið varð undir at projektera H-bygningin í 2014. Fyrireikingararbeiðið og projekteringin eru skrásett á sama verkevni, og fevna tær 72,8 mió. kr. tí um bæði fyrireikingararbeiðið og projektering.

Viðvíkjandi kostnaðin av ráðgeving, hevur kostnaðurin verið áleið 48,8 mió, ið umfatar høvuðsráðgeving, logistikkráðgeving, innbúgvsráðgeving, køksráðgeving, projekteringleiðslu umframt ráðgevandi verkfrøðing í samband við kanningar av lekum og ábótum.

Kostnaðurin fyri eftirlitið, hevur Landsverk sagt frá, at útreiðslurnar til eftirlit í allari byggitíðini hava verið 8,8 mió. kr. Hendan upphædd til eftirlit, sum høvuðsráðgevingin hevur staðið fyri, er skrásett á annað verkevni, og tí ikki partur av upphæddini í svarinum til fyrsta spurningin. Sambært Landsverki er talan um eftirlit viðvíkjandi H-bygninginum sjálvum (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin). 

Samlaði kostnaðurin hevur sostatt verið áleið 130 mió kr fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygningin.

Johan Dahl, løgtingslimur

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nýskipanarnevndin hevur lagt fram sítt fyrsta tilmæli, sum snýr seg um bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini. Í tilmælinum stendur:

    

Nýskipanarnevndin: Løgmaður fer at broyta bygnaðin í landsfyrisitingini

· Nevndin mælir til at fara úr níggju aðalráðum niður í seks aðalráð.

· Nevndin mælir til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at tað í mesta lagi kunnu vera seks aðalráð og at landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landsstýrisfólk umframt løgmann.

Nýskipanarnevndin vísir á, at miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari.

Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til seks aðalráð við politiskari semju. 

Tað er breið politisk semja um at fylgja tilmælinum frá nýskipanarnevndini um at tað eiga at vera seks landsstýrisfólk og aðalráð í Føroyum.

Løgmaður ætlar tí at fylgja tilmælinum beinanvegin, men við smærri tillagingum í málsøkjabýtinum. Tað merkir, at nýggi bygnaðurin kemur í gildi 1. desembur 2025.

Um nýggja bygnaðin

Trý aðalráð fella burtur, eins og at málsøkini vera býtt øðrvísi.

Nýskipanarnevndin mælir til, at nýggi bygnaðurin í landsfyrisitingini sær soleiðis út umframt Løgmansskrivstovuna:

·       Fíggjarmálaráðið

·       Vinnumálaráðið

·       Útbúgvingar- og Mentamálaráðið

·       Almanna- og Heilsumálaráðið

·       Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið

Løgmaður tekur undir við tilmælinum, men við smærri broytingum í málsøkjabýtinum.

Aðalráðini koma tí frá 1. desember 2025 at vera hesi umframt Løgmansskrivstovuna:

·       Fíggjarmálaráðið

·       Vinnumálaráðið

·       Barna- og Útbúgvingarmálaráðið

·       Almanna- og Heilsumálaráðið

·       Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið

Val av landsstýrisfólkum til tey nýggju ráðini

Løgmaður ger broytingar í landsstýrinum, og fimm landsstýrisfólk manna tí nýggju ráðini. Tey eru:

·       Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og umhvørvismálum og varaløgkvinna

·       Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

·       Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

·       Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum

·       Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum

Hetta merkir samstundis, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, verða loystir úr embæti hin 1. desember 2025.

Et billede, der indeholder tekst, skærmbillede, Font/skrifttype, design

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.
Val av aðalstjórum til tey nýggju ráðini

Løgmaður er setanarmyndugleiki hjá aðalstjórunum og hevur løgmaður tí heitt á løgmansstjóran um at koma við einum tilmæli til hvørjir av teimum í dag átta aðalstjórunum skulu leiða tey fimm nýggju aðalráðini.

Allir verandi aðalstjórar lúka krøvini til aðalstjórastarvið, sum starvslýsingin í mai 2023 var grundað á, tá søkt var eftir trimum aðalstjórum. Løgmansstjórin hevur tí – aftrat hesum – tikið støði í álitinum um setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum, sum løgmaður fekk handað í desembur 2023.

Nakrar av niðurstøðunum í álitinum vóru:

·       at verandi aðalstjóraskipan er ov stirvin

·       at greið undirtøka er fyri, at aðalstjórar vera settir í áramálssett størv

·       at greið undirtøka er fyri einari nátúrligari roteringsskipan fyri aðalstjórar. 

Løgmaður hevur tikið avgerð um, at hesir aðalstjórar halda fram:

Les alt tilmælið hjá nýskipanarnevndini her.

Kelda & mynd inni á grein:lms.fo 4-11-2025 Framsíðu mynd 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í Klaksvík eru tað 20 grundstykkir tøk hjá Klaksvíkara kommunu. Hetta skrivar kommunana á teirra heimasíðu

Listin yvir tøk grundstykkir, verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 20 kommunal grundstykkir tøk. Hesi verða boðin út 3. nov. 12.00. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

Tøk grundstykkir:

9 millum Hjalla

10 á Fossum

1 undir Klakki

Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð

Kelda & mynd: klakvik.fo 3 nov. 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vil vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta trupulleikan viðvíkjandi smugling av rúsevnum til Føroya. Serliga hugsar hon um frítíðar- og stuttleikabátar. Tí hevur hon sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, fleiri spurningar um evnið.

Í septembur í ár skrivar Vágs Kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið í Vági. Tað er eitt høgt tal, og tí nakað at gleðast um. MEN – tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum fyri smugling av ólógligum rúsevnum.

Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum.

Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini.

Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:

  1. Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn higartil í ár?
  2. Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár og kannað við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?
  3. Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn og Vágs havn, og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir við komu?
  4. Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta?
  5. Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni?
  6. Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
  7. Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir,og hvar hava teir verið brúktir higartil í ár?

Kelda: fólkaflokkurin.fo – Mynd: 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira