Á norðurlendskum tollstjórafundi í Stokkhólmi hin 17. september góvu Føroyar, Danmark og Grønland hvørt øðrum tilsøgn um eitt enn sterkari tollsamstarv. Føroyar undirskrivaðu í hesum sambandi tvær nýggjar tollavtalur.
Londini fara nú at leggja serligan dent á at luta vitan og royndir sínámillum
Hetta er týðandi partur av fyrru avtaluni, ið viðger yvirskipaða tollsamstarvið landanna millum. Avtalan fevnir eisini um felags tollverjuátøk fyri tey trý samfeløgini umframt um førleikamenning av starvsfólkum og um servenjing av rúsevnahundum.
Hin avtalan, sum Føroyar undirskrivaðu, er ein rammuavtala við Danmark, har samstarvið millum londini verður útgreinað, serliga førleikamenningin.
”Tolløkið er álvarsmál, ikki minst tá ið ræður um rúsevni, og tí fegnist eg um nýggju avtalurnar og um góða samstarv okkara við Danmark og Grønland og grannalondini yvirhøvur”, sigur Ruth Vang, ið sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av virkisøkinum hjá TAKS.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivaði undir nýggju avtalurnar Føroya vegna.
Kelda: taks.fo 14 okt.2024