Home Politikkur Landsstýrismaðurin hitt íslendska forsetan

Landsstýrismaðurin hitt íslendska forsetan

by Lagt út ÓML

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, varð í dag boðin til íslendska forsetasætið, Bessastaðir, at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir, sum tók við embætinum, sum forseti Íslands, 1. august 2024.

    

Landsstýrismaðurin hitt íslendska forsetan

Forsetin og landsstýrismaðurin kunnaðu sínámillum um annaðhvørt politisku støðuna í Íslandi og komandi valið, sum er ásett at vera síðst í november, umframt føroysk viðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni í Føroyum. Felags áhugamálini millum vinartjóðirnar eru mong, og hesi vórðu eisini umrødd.

Eftir forsetavalið í Íslandi í summar, beyð løgmaður Hallu Tómasdóttir, forseta, til Føroya á almenna vitjan.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More