Home Author
Author

Lagt út ÓML

Hetta kemur fram í grein á fm1.fo, har Búi Tyril millum annað hevur samrøðu við KT serfrøðingin Torben Nielsen.

Í greinini verður sagt at føroyska ‘nettrygdarlógin’ er ónýtiligt og so vandamikil, at tað kann geva myndugleikum óavmarkaða atgongd til telduskipanir og trúnaðarupplýsingar hjá einstaklingum og fyritøkum. (Kelda: fm1.fo Búi Tyril 29 januar 2025)

Tit kunnu lesa greinina á fm1.fo her

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í morgin leggja Fólkaflokkurin og Kommunulistin í Tórshavn býráð uppskot fram um at lækka vøggustovugjaldið úr 27% til 20% og barnagarðsgjaldið úr 27% til 25%. Hetta merkir ein lætta hjá eini barnafamilju úr 4.019 kr. til 2977 kr. fyri vøggustovupláss pr. mána ella úr 2.447 kr. til 2.266 kr fyri barnagarðspláss pr. mána.

Fyri jól fingu øll foreldur at børnum, sum ganga á dagstovni í Tórshavnar býrað, ein ordans skelk. Tað var fráboðan frá Tórshavnar Kommunu um, at foreldragjaldið í 2025 verður hækkað við heili 9% (!)

Ikki eiti á jólgávu, sum enn tá ein samgongulimur í Tórshavnar Býráð skrivaði á Facebook.

Áðrenn hesa ovurhonds stóru hækking á 9% var kostnaðurin, íroknað systkinaavslátturin, hægri í Tórshavnar Kommunu, sammett við aðrar kommunur í Føroyum.

Okkara uppskot – ein lætti, sum veruliga munar

Vit mugu seta okkum spurningin, um vit við hesi stóru hækking – og nú ovurhonds høga stovnsgjaldinum – ikki leggja óneyðugar stórar byrðar á okkara barnafamiljur í Tórshavnar kommunu. Barnafamiljurnar, sum frammanundan hava hægstu bústaðarprísir í landinum.

Vit partar av minnilutanum, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen frá Fólkaflokkinum, og Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson frá Kommunulistanum, kunnu als ikki góðtaka hetta.

Tí vilja vit á býráðsfundi í morgin koma við uppskoti um at minka gjaldið. Í okkara uppskoti stendur, at vøggustovugjaldið skal minka úr 27% niður í 20% og barnagarpsgjaldið skal minka úr 27% til 25%.

Hetta hevði merkt ein lætta hjá eini barnafamilju, sum hevur eitt barn í vøggustovu, úr 4.019 krónur niður í 2.977 krónur pr. mána ella fyri eitt barn í barnagarði úr 2.447 kr. til 2.226 kr pr. mána.

Fólkaflokkurin og Kommunulistin ynskja eitt væl lægri gjald enn meirilutin

Samgongan sjálv kemur við einum uppskoti um at lækka stovnsgjaldið eitt sindur. Úr 27% niður í 25%. Hetta merkir, at stovnsgjaldið hækkar við 79 krónur um mánaðin, sammett við foreldragjaldið í 2024.

Hetta uppskotið er ikki gott nokk fyri barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu. Tær hava uppiborið betri.

Vit í minnilutanum, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen, Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson, taka tí ikki undir við hesi broyting. Orsøkin er, at hon er alt ov lítil. Vit vilja heldur hava eina lækking, sum verulig ger mun.

Vit vóna at samgongan – Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin – taka undir við okkara uppskoti.

Tað skylda vit barnafamiljunum í Tórshavnar Kommunu.

Vegna Fólkaflokkin og Kommunlistan í Tórshavnar býráð

Fólkaflokkurin                                               Kommunulistin

Høgni Vilhelmsen                                           Tróndur Sigurðsson

Birgir Nielsen                                                  Kári Johansen

Kelda & mynd: folkaflokkurin.fo 29 jan. 2025

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tað skal vera bíligari fyri barnafamiljur at hava børn í vøggustovu. Tað ætlar býráðsmeirilutin, sum hevur skotið upp, at gjaldið lækkar umleið 300 krónur um mánaðin.

Í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava møguleika fyri dagsstovnaplássi til børnini, og sum skipanin er í dag rinda foreldur fyri dagstovnagjald fyri eitt barn 11 mánaðar um árið. Hava foreldur fleiri børn, rinda tey bert fyri yngsta barnið, tey hava á dagstovni.

Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og kommunan rindar restina. Foreldragjaldið er í dag 27 prosent av rakstrinum, og meirilutin vil, at gjaldið til vøggustovu lækkar tvey prosent.

Gjaldið verður tillagað á hvørjum ári, og hetta árið eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við umleið níggju prosentum. Tískil hækkaði foreldragjaldið eisini 1. Januar. Vøggustovugjaldið er tað hægsta, og tí er tað gjaldið í krónum hækkað mest.

Býráðið skal í morgin taka støðu til, um gjaldið skal lækka úr 27 prosentum niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Tað hevur við sær, at gjaldið lækkar 298 krónur – úr 4.019 kr. niður í 3.721 kr.

Tað kostar kommununi umleið 1,8 mió. kr. at lækka foreldragjaldið fyri vøggustovupláss niður í 25 prosent. 

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í morgin sum sætta mál á skránni.

Býráðsfundurin byrjar kl. 16.00 og kann stroymast her

Kelda & mynd: torshavn.fo 29 januar 2025

0 FacebookTwitterPinterestEmail

   

Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø. Í tí sambandi hevur eisini verið vitjað á granskingar- og menningarstovninum Nofima og á Norges Arktiske Universitet í Tromsø.

Sera áhugaverd vitjan á Nofima

Granskingar- og menningarstovnurin Nofima hevur í mong ár arbeitt miðvíst við gransking í góðsku, menning, nýskapan og virðisøking av fiski.

Landsstýrismaðurin vitjaði Nofima saman norska fiskimálaráðharranum Marianne Sivertsen Næss, har greitt varð frá virkseminum á stovninum og ítøkiligum verkætlanum, sum stovnurin arbeiðir við í løtuni.

Nofima hevur eitt breitt virkisøki innan fiskivinnuna, og hevur eisini verkætlanir knýttar at alivinnuni. Greitt varð m.a. frá verkætlanum við góðsku av toski, gagnnýtslu av sil hjá toski og gagnnýtslu av laksablóði sum kostískoyti í samband við jarn-mangul.

Vit hava nógv at læra frá grannalondum okkara. Eitt av endamálunum við vitjanini á Nofima var eisini at fáa íblástur, nú skipanin við Fiskivinnuroyndum er tillagað, soleiðis at størri dentur er á gransking, menning og nýskapan, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Norges Arktiske Universitet og burðardygt laksafóður

Á vitjanini á Norges Arktiske Universitet luttók Dennis Holm, landsstýrismaður, m.a. í orðaskifti um framleiðslu av burðardyggum laksafóðri. Eitt evni, sum eisini er áhugavert í Føroyum við vaksandi krøvum um burðardygd bæði í fiskivinnuni og í alivinnuni.

Norges Arktiske Universitet er saman við vinnulívinum í nærumhvørvinum ein týðandi leikari, tá umræður at skapa betri og burðardyggari loysnir í sambandi við framleiðslu av burðardyggum laksafóðri. Hendan skipanin við samstarvi millum universitetið og vinnulívið um menning og nýskapan er nakað, sum størri dentur eigur at vera lagdur á í Føroyum, og sum Setrið eisini hevur sett á skrá í síni nýggju strategi, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Kelda & myndir: fisk.fo 29-01-2025

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025.  

Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. 

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.

Mynd: Kongehuset

Kelda: tinganes.fo 21.06.2024

Viðmerking: Nú so nógv verður tosa um betri samstarv í ríkinum helt eg at áhugavert er at minna á kongavitjanina í summar.

Vinarliga 24.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2024 vísir millum annað, at sølan av klædnapløggum vaks sjey prosent, meðan sølan av húsarhaldsútgerð minkaði fimm prosent.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er tað ið vit kenna sum matvøruhandlar.

Í ársins prísum vaks sølan knøpp tvey prosent frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað ‘sølan máld í føstum prísum‘. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var yvir tvey prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2023.

Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði tvey prosent, so er mongdin av seldum vørum minkað yvir tvey prosent. 

Sølan av húsarhaldsútgerð minkaði

Í vinnugreinini ‘Serhandlar við innbúgvi, ljósbúnaði o.a. húsarhaldsútgerð’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’ minkaði sølan frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør fimm prosent bæði í ársins og føstum prísum. Kelda: Hagstova Føroya1. ársfj.

Sølan av klæðum vaks í mun til undanfarna ár

Smásølan við klædnapløggum’ hækkaði knøpp trý prosent í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin vaks sjey prosent. Tú kanst lesa meira her

Kelda: Hagstovan 27 januar 2025

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sum støðan er nú, so sær út til at allir politiskir flokkar vilja flyta seg longur mótið einum sjálvstøðugum Føroyar.

Vit skulu standa fyri okkara verju- og trygdarpolitikki og sum partur av NATO og vit sum Ísland kunnu verða partur av NATO uttan at vit skulu rinda til NATO. Ísland rindar ikki til NATO men hevur gjørt avtalur við USA segði Aksel V. Johannesen.

Sjálvstøðug tjóð í einum sterkum felagsskapi

Meira sjálvstøðugt gjøgnum eina skilagóða tilgongd segði Stefan Klein Olsen millum annað. Men tað hendur ikki eftir einum degi og vit mugu fáa eina fíggjarliga uppgerð, hvat vit geva Danmark NATO o.a.

Rutt Vang vísir á manglandi rættindi so sum WTO o.a. . Innan ítrótt vit skulu hava rættindir sum statir ella tjóð.

Trý lond á jøvnum føti var eitt av orðinum eisini.

Skeytið til okkara land og tað kann bert fólkið og landið og løgtingið gera. Siri Stenberg

Beinir Johannesen sigur, at vit gott kunnu gerast limir í NATO og leggja lendi til Radara o.a. eins og Ísland hevur gjørt.

Felags gjaldoyra, Kongshús, ein Ríkisfelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og tá vit yvirtaka so fylgjast gjald og vald fylgjast. Ynskja vit at yvirtaka eitt nú løgregluna so kunnu vit tað, tað er løgtingið ið avgerð tað. Aksel V. Johannesen.  Vit skulu hava okkara uttanríkispolitisku heimildir.

Borgarar og vinna skulu varðveita okkara rættindi og Sambandsflokkurin vil ikki úr Ríkisfelagsskapinum, vit skulu hava tryggleika eisini í framtíðini, hetta fæst i Ríkisfelagsskapinum og fáa vit ikki somu sømdir um vit eru uttanfyri vísti Bárður á Steig Nielsen á.  

Um vit umseta tað sum onkur politikari var inni á, so skulu vit verða sjálvstøðugt land, yvirtaka loftrúmið. Vit liggja val fyri og tað kann innganga sum partur í einari avtalu, so vit kunnu fáa “okkurt burturúr fíggjarliga”.

Ræði á okkara uttanríkispolitikki, um vit skulu rinda 5% til NATO so kann tað gerast 1 til 1,5 milliard.

Rating, NAFO og Makrelósemjuni EFTA, Norðurlandaráðið

Verturin spurdi um TJALDRI hjá vaktar- & bjargingartænastuni var gott íkast til NATO og sum bert kann sigla við manning helvtina av árinum, nei segði onkur politikari.

Samanumtøka

Samanumtikið so er hugurin og viljin til at samstarvið um at verða minni knýtt at Danmark vorðin sera stórur hjá okkara fólkavaldu. Tí er einki at ivast í at vit nærkast broytingum í okkara ríkisrættarligu støðu.

Men tá tað kemur til at rinda ella taka lut í ítøkiligum verjuvirksemið, so var viljin ikki til at hóma, so hetta var vanligt politiskt uttanumtos tá tað er best. NATO og danir skulu rinda, “vit mugu ikki gera nakað ov brádliga”

Tey hava júst skorið tollvaldið, so narko og hasj kann floyma inn í landi, meðan tey kanna jólapakkar á flogvøllinum. Fyri nøkrum árum síðani seldu tey SPÓGVAN sum var “lítla” skipið hjá okkara V&B – VØRN. Um tey veruliga halda at vandi er á ferð, so skuldi tey bøtt um sjóverjuna her og nú og økt tollvaldið sum samstundis er partur av “border control” við tað at tey kunnu eygleiða hvør og hvat fólk og skip koma til landið.

Um “trygdarkreppa” er í durinum so mugu vit fáa eina heimaverju, sum eisini kann bera vápn og vit mugu keypa dronur fyri at verja havøkið, vit mugu flyta, Tollvald, “marknaeftirlit”,  Vaktartænastuna og heimaverjuna undir Føroyskan myndugleika til dømis undir Innanríkis- og løgmálaráðið.

Í Føroyum hava vit hópin av dugnaligum militærfólkið ið hevur gjørt hertænastu í danska herinum og verjuni so at fáa eina heimaverju og sivilverja upp at standa er lætt nokk.

Var sjálvur í einum baltiskum landið og har bóru tollararnir vápn, og nú vit hava nýggjan innandura skjótibana kundi eini 30 tollarar eisini fingið skotvenjing har, vit hava góðar instruktørar hjá løgregluni. Tað ber ikki til at seglbátar og skip kunnu leggja til bryggju runt oyggjarnar og einki toll & marknaeftirlit er, tað sigur seg sjálvt.  Hetta kann eisini gerast til ein “open gate” til okkara grannalond.

At stand og tosa um USA og Danmark, hjálpir lítið um onkur ætlar at leypa á okkum.  Men um viljin er til tað og hetta er tillrættarlagt, so tekur tað undir ein tíma.

Sjálvir haldi eg ikki nakar í dag hevur í umbúna at leypa á okkum, men við tí retorikki og politikki sum er runt um í verðini, kann verða skjótt til at støðan broytist munandi.  

At standa og tosa um einki uttanum okkum men við okkum trygdarpolitiskt og verða so lítið æt sær komi eins og tað Danmark hevur víst í verjuni av Grønlandi ber ikki til.  Hetta er alt fjákalótir og fundarvirksemið uttan innihald. Um man vil nakað so kundi man sagt vit keypa eina dronu, vit betra marknaeftirlit, vit betra sjóverjuna við tí vit hava, men vit mugu bíða við einum tjóðleikhúsið. Nú er trygd og verja í hásæti og sjónleikur kann bíða.

Um man hevði eftirkanna trygdarpolitisku støðuna so hava vit munandi minni trygdarpolitiskan týdning í dag, enn fyrr tí interbalistisku rakettirnar røkka nógv longur nú enn fyri 20 – 30 árum síðani. Men ongan radara at hava var ein katastrofa og tí hevur tað týdning at fáa hann upp nú.  

Óli M. Lassen, 24fo.news

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað. Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?

Í Føroyum veksur tað almenna – og tað ger tað skjótt. Tað vísa hagtøl, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag varpaði ljós á í farnu viku. Hagtølini tala fyri seg, tí meðan privata vinnan er steðgað upp, hevur tað almenna bygt upp og sett fólk í størv sum ongantíð fyrr, hóast tað almenna longu er stórt í mun til tað privata.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at steðga á og taka gongdina í størsta álvara. Er tað neyðugt við øllum hesum starvsfólkunum undir almennum ræði? Er almenn umsiting vorðin skjótari? Eru borgarar meira nøgdir við almennu tænasturnar? Og hevur tað almenna fingið meira burturúr stóru íløgunum, sum eru gjørdar í infrastruktur og KT?

Tann vøksturin, sum var í privata geiranum í 2010’unum, er steðgaður seinastu árini. Hóast føroyskar fyritøkur hava víst á, at tær hava tørv á arbeiðsmegi og betri korum, so tykist tað almenna ikki at hava somu avbjóðingar. Nei, tvørturímóti. Hví hevur tað almenna so nógv lættari við at vaksa, meðan tað privata hevur trupult við at mennast?

Duga vit nóg væl at føra vinnupolitikk?
Orsakirnar eru helst fleiri, men tað ber til at vísa á nøkur viðurskifti, sum sannlíkt hava ávirkað gongdina. Fyri tað fyrsta hava koronufarsóttin og kríggið í Ukraina skapt óvissu, hægri rentur og minkandi keypiorku. Í øðrum lagi hava føroyskar fyritøkur fingið alsamt fleiri byrðar at bera. Hægri lønarkostnað, økt avgjøld, strangari lóggávu og meira umsitingarligt stríð.

Alt hetta ger tað minni lokkandi at gera íløgur, sum økja um produktivitetin og skapa nýggj arbeiðspláss. Men meðan fyritøkurnar hava repað seglini og gjørt alt fyri at klára seg í truplum tíðum, hevur tað almenna – land og kommunur – bara hildið fram við at seta fólk í starv, sum um onki var hent.

Fyrsta fortreytin fyri at seta fólk í starv er, at fólk við teimum røttu førleikunum eru tøk. Og her vísti starvsfólkakanningin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í fjør, at tað vanta fólk á fleiri økjum; serliga yrkislærd og fólk við KT-førleikum. Vit mugu kýta okkum at útbúgva fólk við røttum førleikum og gera umstøðurnar at seta fólk úr útlandinum í starv smidligar. Hetta minkar um fløskuhálsarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Ein onnur avbjóðing er, at kostnaðurin at reka vinnu er øktur munandi seinnu árini. Fleiri almenn gjøld og avgjøld eru hækkað, lønarkostnaðurin er øktur, og lóggáva á ymiskum økjum hevur økt um umsitingarligu byrðarnar. Tað tykist, sum um vit hava hug at avrita ES-lóggávu uttan at geva okkum far um, um hetta er skilabesti hátturin at røkka endamálinum. Ofta er hann ikki tað, og hjá føroyskari fyritøku við lítlari umsiting kann tað verða steinur oman á byrðu.

Tá ið uttanhýsis fortreytirnar eru avbjóðandi, er tað serliga týdningarmikið, at vit gera, hvat vit kunnu, fyri at skapa góðar og forútsigiligar karmar at reka vinnu í Føroyum. Og her hava vit ikki dugað nóg væl, hóast nøkur átøk hava peikað rætta vegin. Tað tykist, sum vit hava hug at gloyma almenna vinnupolitikkin, sum varð orðaður í 2000’unum.

Hava vit fingið betri tænastur?
Tá ið ein fyritøka ger íløgur, verður mett um, hvat veksur inntøkurnar, og hvat kann effektiviserast. Men í almenna geiranum er trupulleikin, at ongin marknaður setur mørk fyri starvssetanum. Tað er altíð pláss fyri fleiri umsitingarfólkum, fleiri skrivstovustørvum og fleiri umsitingarligum skipanum.

Tá ið almenni geirin veksur, skuldi tað í prinsippinum merkt, at vælferðin økist, vit fáa betri og skjótari tænastur, betri umsiting og eina effektivari fyrisiting. Men hava vit sæð tað? Hetta er ikki nakað, sum ofta verður tikið upp í almenna kjakinum. Eingin eftirmeting verður gjørd av, um tað almenna veruliga veitir fleiri ella betri tænastur, og tað tykist, sum um stóru íløgurnar, ið tað almenna ger í KT og nýggjar umsitingar, sum skulu effektivisera og skapa veruligar broytingar, oftast verða verandi á pappírinum.

Tí er neyðugt at spyrja, um vit fáa betri vælferð og betri tænastur av, at starvsfólkatalið undir almennum ræði heldur fram at vaksa, og eru vit vís í, at vit fáa meira fyri pengarnar?

Effektivisering og færri, sum liva av almennum lønum
Tað, sum skapar ein sunnan búskap, er eitt virkið og vinnusamt samfelag, har privatar fyritøkur hava góðar karmar at vaksa. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin, at almennu myndugleikarnir fara undir at fyrireika tiltøk, so at Føroyar ikki detta í somu fellu sum onnur lond, har almenni geirin hevur vaksið seg so stóran, at hann tyngir búskapin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sjálvsagt sinnað at hjálpa almennu myndugleikunum, so vit fáa færri, sum liva av almennum lønum, og vit fáa javnvág millum gongdina í starvsfólkatalinum í tí privata og tí almenna.

Fyrst stig kann vera at steðga øllum óneyðugum starvssetanum og bert seta nýggj fólk í starv, um onkur annar fer úr starvi. Næsta stig kann vera at effektivisera almennu umsitingina og brúka tær íløgur, sum longu eru gjørdar í KT og infrastruktur, til at lækka starvsfólkatalið. Triðja stig kann vera at gera tað lættari at reka privatar fyritøkur við lægri avgjøldum, minni umsitingarligum trýsti og einari vinnupolitiskari kós, sum styrkir tað privata í mun til tað almenna.

Tað almenna skal sjálvandi veita neyðugar tænastur, men vit mugu eisini minnast til, at tað eru privatu fyritøkurnar og arbeiðsplássini, sum skapa grundarlagið fyri allari vælferð. Tí er spurningurin, vit øll mugu seta okkum:

Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera, áðrenn tað verður ov nógv? Og eru vit fyrireikað og nóg væl trimmað, so vit hava bestu fortreytir, tá ið brotasjógvarnir raka og umstøðurnar broytast? Ja, umstøðurnar fara at broytast, hóast vit ikki vita hvussu. Men tað kann henda knappliga.

Kelda & mynd: industry.fo 27. januar. 2025 – Áskoðan

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Størsti trupulleikin við broytingaruppskotinum í sjófeingislógini, er, at eingin kvalifiserað meting er gjørd um samlaðu ávirkanin av uppskotinum. Tað er púrasta forsømt – og tað er ikki gott nokk, sigur Árni Skaale, tingmaður.|

Tað er torført at síggja, hvussu ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini fara at gera fiskivinnuna til ein lønsama og samfelagsgagnliga vinnu. Grundleggjandi verða feløg, sum í dag tjena pengar og geva stórt íkast til føroyska búskapin, skerd í sínum virkismøguleikum.

Tað vísir Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, á, sum nú fer at vísa á fimm viðurskifti í lógini, sum ávikavist eru vánalig ella ivasom:

1. Uppskotið rakar geografiskt ójavnt

Tá hugsað verður um, hvussu hesar broytingarnar raka, so er eingin ivi um, at tað serliga eru feløgini í norður og eystur Føroyum, sum verða meint rakt.

Hetta er hugsoytt. Serliga tá hugsað verður um, at hesi feløg – í tráð við politiska viljan – hava arbeitt í tráð við og innan fyri lógina, sum hevur verið galdandi, síðani nýggj lóg varð gjørd.

Skiftandi landsstýrið hava hildið seg til áleið somu meginreglur viðvíkjandi stødd av fiskaveiðuaktørum.

Hetta var og er neyðugt, tí vit eru farin frá eini fiskivinnuskipan, sum kostaði landskassanum stóran part av fíggjrlógini, til at fiskivinnan nú rindar eitt stórt íkast til raksturin av landsins fíggjarlóg.

2. Herdar reglur fyri útlendskum kapitali

Í verandi fiskiveiðulóg er staðfeast, at útlendingar skulu vera úti úr veiðiliðnum í 2032. Broytingaruppskoti leggur upp til at hesar reglurnar skulu herast, so útlendingar frameftir bara kunnu gera broytingar um teirra ognarlutur minkar.

Eftir mínum tykki, er tað sera ivasamt, um tað at nokta útlendingum at vera við yvirhøvur, er eitt skilagott krav. Hugsa vit um aðrar vinnur, so er eyðsæð, at politiska skipanin ikki hevur somu hugsan um allar vinnur. Tí útlendingar eru sera virknir aðrastaðni í føroyskum vinnulívi, eitt nú í alivinnuni, eins og føroyingar eisini eru nógv virknir í vinnulívinum uttan fyri Føroya.

Eg eri samdur í, at vit eiga at hava ræði á okkara tilfeingisvinnum, men at nokta øllum samstarvi við útlendingar, er skeivt.

3. Eingin kvalifiserað meting gjørd
Við fyrsta eygnabrá, sær tað skilagott út at verandi kravið um, hvussu nógv av veiðuni skal landast í Føroyum, verður broytt frá 85% til 50%.

Í uppskotinum verða nakrar jaligar ávirkanir fyri skipini nevndar, men fyri samlaðu føroysku vinnuna, er eingin meting gjørd.

Eftir mínum tykki er tað skeivt at broyta eina vinnuskipan so grundleggjandi, uttan at gera eina kvalifiseraða meting um samlaðu ávirkanina, hendan broytingin kemur at hava. Júst hetta er púrasta forsømt í hesum uppskotinum.

4. Fjaldar flytingar millum aktørar
Í uppskotinum er ein sokallað teknisk broyting, sum skal gera, at allir aktørar í uppisjóvarvinnuni verða viðgjørdir eins, tá kvotur minka og vaksa.

Tá eg lesi uppskotið, er nærum ógjørligt at skilja, hvussu broytingarnar koma at ávirka teir ymsu aktørarnar.

Tó er mín niðurstøða – eftir at hava gjørt eina roynd at greina hetta – at teir «gomlu aktørarnir» í nógv størri mun verða revsaðir. Niðurstøðan er, at hetta als ikki bara er ein teknisk broyting, men ein fjøld flyting av kvotum millum allar aktørarnar í skipanini.

Eg taki undir við tankanum um at gera fiskiveiðulógina so greiða sum gjørligt. Men hetta er ikki bara tað, sum verður gjørt. Her verður gjørt meira enn tað – og júst tí taki eg ikki undir við tí.

Ein teknisk broyting átti at verið gjørt í samstarvi við vinnuna, og ikki sum hetta: Nakað, sum verður dikterað niður yvir vinnuna.

5. Ótryggir og ókendir karmar fyri vinnuna
Tað er serliga manglandi leingjanin av veiðuloyvunum, sum sker í eyguni. Í byrjanini av valskeiðnum segði Fiskimálaráðharrin, at hann ikki vildi leingja veiðuloyvini aftur til 12 ár. Frá tingsins røðarapalli varð proklamerað, at tíðin skuldi vera 10 ár.

Vinnan tók hetta til eftirtektar og gleddist um, at tað sá út til at øll tann politiska skipanin fór at koma til eina semju.

Ótryggleiki í treytunum fyri at dríva fiskivinnu, er ein stór, helst størsta, hóttanin fyri hesa vinnuna. Nú hoyrist í fjølmiðlunum, at hetta eisini er slept – og at loyvistíðin er óviss.

Úrslitið er: Ótryggir og ókendir karmar fyri vinnuna.

Eg havi ilt við at skilja meiningina við hesum uppskotinum og fari at heita á Landsstýrið um at taka hetta uppskotið av skrá.

Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Fólkaflokkurin 27-01.25

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More