Kom við til familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, matverkstovu, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.
Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett i verk. Í 2022 fekk átakið heitið Fjølmentanarvikan, Multicultural Week á enskum, og fekk tá tað skap, hon hevur í dag. Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.
Fjølmentanarvikan er karmur um felags upplivingar, sum skapa felags minni og vónandi viðvirkar til at styrkja felagsskapskensluna. Dentur er lagdur á, at vikan skal hava ein jaligan og forvitnisligan anda, og at øll skulu kenna seg vælkomin og trygg. Fjølmentanarvikan hevur ikki ávísa politiska stevnu.
Hvat verður á skrá?
FMV-skráin er ikki endalig enn, men nevnast kann, at vit hava tann vanliga Fjølmentanardansin í Perluni. Nýtt í ár er, at vit hava fleiri verkstovur, eitt nú Dansiverkstovur í Norðurlandahúsinum, og har kanst tú støkka inn og royna Bacchata, Afrobeat og dans til Peruvianskar rytmur, og tú kanst fara upp á gólv. Eisini hava vit Myndlistaframsýning í Perluni, umframt stand up verkstovu, Bindiverkstovu og Søgukvøld í Reinsarínum og Altjóðahúsinum.
Vit enda Fjølmentanarvikuna í ár við einum stórum tiltaki í hølunum hjá Poul Michelsen Á Hálsi, har vit í samstarvi við Stuðulstoymið skipa fyri einum Street-inspireraðum tiltaki: Street Culture (Street-mentan) við mati, dansi, tónleikaframførslum og mongum øðrum. Øll eru vælkomin til øll tey almennu tiltøkini.
Kelda & myndir torshavn.fo