Í Degi & Viku í kvøld boðaði Høgni Hoydal frá at hann leggur frá sær í hesu løtu sum formaður í flokkinum og Siri Stenberg verður virkandi formaður til flokkurin hevur valt nýggjan formann ella forkvinnu.
Savnsmynd frá 24.fo
Fleiri av teimum vinstragrønu hava roynt at róð uppundir, at Fólkaflokkurin í Tórshavnar Kommunu ongan samanhangandi politikk hevur. Veruleikin er beint tann øvugti! Tí higartil er tað bara Fólkaflokkurin, sum hevur almannakunngjørt sína valskrá. Hetta skrivar Ronnie Thomassen á FB og er hann uppstillaður fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu.
Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, sjálvt um hann sjálvur hevur sagt seg úr starvið. Í vikuni kom fram, at stjórin í Posta fær løn fyri 6 mánaðir, umframt bonus á 200.000 kr.
Hvussu er støðan við stjórasáttmálum í hvørjum einstøkum almennum partafelag, tá umræður bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?
Í hesum føri er greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum hann hevur arbeitt fyri Posta. Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan í Posta og allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin sigur Eirikur í Jákupsstovu at enda í sínum § 52a fyrispurningi.
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
(52-043/2024)
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum
Spurningar:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um uppsøgnina?
2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?
3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?
Viðmerkingar:
Í vikuni kom fram, at stjórin í Posta fær løn fyri 6 mánaðir, umframt bonus á 200.000 krónur, nú hann er farin úr starvi.
Hetta er ikki óvanligt, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar við stjórar, sum skulu hava møguleika at leggja tilveruna til rættis eftir at hava mist eitt væl lønt starv.
Í hesum føri hevur nevndarformaðurin í Posta í fjølmiðlum sagt, at nevndin er væl nøgd við arbeiðið, sum stjórin gjørdi og at tað kom óvart á nevndina, at stjórin segði upp.
Somuleiðis tykist í hesum føri greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum hann hevur arbeitt fyri Posta.
Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan, sum hevur verið í hesum føri, umframt allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin.
Á Løgtingi, 18. oktober 2024
Eirikur í Jákupsstovu
Vit eru politiskt óheft. Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni. Og saman við tær ynskja vit at skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll.
Vit eru:
– Tróndur Sigurðsson, býráðslimur
– Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, lesandi
– Kári Johansen, býráðslimur
– Mena Joensen, sosialráðgevi og rúsviðgeri
– Hergeir Staksberg, samskipari og samskiftisfólk
– Bjørg Dam, býráðslimur
– Hans Petur í Brekkunum, stjóri
– Súna Mørk, býráðslimur
– Edith Dahl Jakobsen, musikkskúlalærari
– Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur
– Tonicia Cherese Hansen, hjálparfólk
– Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur
– Durita Sloan Dahl-Christiansen, námsfrøðingur og HR-ráðgevi
– Jan Zachariasen, hjálparfólk
– Høgni Midjord í Stovuni, ambulansuførari og lesandi
– Jóhan Carl Dam, pensjonistur
– Rói B. Poulsen, sølustjóri
Á ráðharrastigi vóru millum annað tví- og tríliðaðir fundir millum uttanríkisráðharrarnir í útnorðri, har Vivian Motzfeldt, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir og Høgni Hoydal umrøddu felags avbjóðingar og áhugamál. Harafturat hitti landsstýrismaðurin Evropa-ráðharran í Bretlandi, Stephen Doughty, og vara-uttanríkisráðharran í Noregi, Mariu Varteressian, umframt onnur.
Á ársins Arctic Circle Assembly fór átakið ‘Business Forum’ somuleiðis av bakkastokki. Business Forum hevur til endamáls at umrøða og geva innlit í núverandi og framtíðar møguleikar í Arktis, millum annað við denti á burðardyggan bláan búskap, grøna orkuskiftið og ferðavinnu. Í hesum sambandi, varð landsstýrismaðurin boðin at halda eina framløgu á Business Forum um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Landsstýrismaðurin setti somuleiðis eitt tiltak, ið snúði seg um UNESCO og staðbundna burðardygga menning, ið var fyriskipað av NORA, føroysku og kanadisku UNESCO tjóðarnevndini og Orknoyggjarráðnum.
Frammanundan høvdu fundir verið millum ávikavist amerikanska senatorin úr Alaska, Lisu Murkowski, arktiska sendifólkið hjá ES, Claude Véron-Réville, amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran, Sharon Hudson-Dean, og Herálv Joensen, aðalstjóra.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, varð í dag boðin til íslendska forsetasætið, Bessastaðir, at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir, sum tók við embætinum, sum forseti Íslands, 1. august 2024.
Forsetin og landsstýrismaðurin kunnaðu sínámillum um annaðhvørt politisku støðuna í Íslandi og komandi valið, sum er ásett at vera síðst í november, umframt føroysk viðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni í Føroyum. Felags áhugamálini millum vinartjóðirnar eru mong, og hesi vórðu eisini umrødd.
Eftir forsetavalið í Íslandi í summar, beyð løgmaður Hallu Tómasdóttir, forseta, til Føroya á almenna vitjan.
Many newcomers have good educations from their home country.
The problem is that newcomers in most cases do not understand the Faroese language when they arrive in the Faroe Islands, and do not know where to turn for guidance and help to gain a foothold and become integrated into our society.
That is why I want Tórshavn municipality to be a municipality that is also equipped to receive and accommodate newcomers.
We must offer them help to learn the Faroese language as soon as possible, so that they are well equipped to live and participate in our society.
If you agree, vote for me in the municipal election on November 12.
Eg eiti Jessica Cazabon Celibashi. Eg eri frá Albania, Trinidad & Tobago og Føroyum.
Eg veit, hvussu tað er at vera tilflytari. Ikki frá egnum royndum, men gjøgnum royndir hjá familjuni.
Nógvir tilflytarar hava góðar útbúgvingar frá heimlandinum.
Trupulleikin er tann, at tilflytarar sum oftast ikki skilja føroyska málið, tá teir koma til Føroya, og vita ikki, hvar teir skulu venda sær fyri at fáa hjálp til at fóta sær og integrerast í føroyska samfelagnum.
Tí ynski eg, at Tórshavnar kommuna skal vera ein kommuna, ið eisini loftar og rúmar tilflytarum.
Vit skulu bjóða teimum hjálp til at læra føroyskt skjótast gjørligt, so teir eru væl ílatnir til at liva og luttaka í okkara samfelagi.
Um tú ert samdur, so vel meg til kommunuvalið tann 12. novembur.
X við A
Jessica Cazabon Celibashi
Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
Arbeiðstilgongd
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.
Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin kk2040@klaksvik.fo
Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl.
Kelda: klaksvik.fo 15 okt.2024
Tað er torført hjá ungum at seta føtur undir egið borð. Serliga eru ungar familjur fíggjarliga sperdar og eru merktar av teim stóru príshækkingunum, ið hava merkt alt samfelagið seinastu árini.
Samstundis spara somu familjur upp til sína egnu pensjón, og sleppa tey ikki at nerta teir pengarnar, fyrrenn tey eru liðug á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er greitt, at tá hava tey ikki líka nógv brúk fyri pengunum, sum tey hava í dag.
Hetta vilja vit gera nakað við.
Komandi ár er lógarbundna pensjónsskipanin fult ment, og er pensjónsinngjaldið tá komið upp á 12 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Sostatt koma tey ungu ættarliðini at spara upp minst 12 prosent av síni inntøku í meira enn 40 ár.
Samstundis hava vit eina støðu á bústaðarmarknaðinum, har gáttin fyri at koma inn á marknaðin er blivin sera høg. Hetta er orsakað bæði av høgum bústaðarprísum og herdum krøvum frá bankunum fyri at veita fígging.
Soleiðis kann eitt ungt par við eini miðalinntøku standa í tí margháttligu støðu at hava eina hálva millión krónur á pensjónskontu í bankanum, men har sami banki noktar teimum lán til bústaðarkeyp, tí tey ikki hava nøktandi eginfígging.
Eitt roknidømi kann lýsa støðuna.
Sambært Hagstovu Føroya er miðalinntøkan í Føroyum 400.000 krónur í ár. Um eitt par við tveimum miðalinntøkum byrjar at spara upp, tá ið tey eru 23 ára gomul og fáa eitt miðalavkast á pensjónsuppsparingini upp á 2,5%, fara tey at eiga eina hálva millión á pensjónskontuni sum 30 ára gomul. Roknidømið er lýst í talvuni.
Miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er nú 4 milliónir krónur. Bankarnir krevja vanliga eina eginfígging millum 5 og10 prosent.
Sostatt fer tað unga parið við eini miðalinntøku og lógarbundnu pensjónsuppsparingini at kunna seta føtur undir egið borð eftir nøkur fá ár á arbeiðsmarknaðinum.
Skipanin skal einans kunna brúkast til tað fyrsta húsakeypið. Hetta er fyri at forða fyri, at bøttu keypsmøguleikarnir ikki trýsta prísin á marknaðinum upp, sum bara vil gagna verandi eigarum av bústøðum.
Føroyingurin ynskir at seta føtur undir egið borð. Sjálvandi eiga ungfólk okkara eisini at fáa hendan møguleika við hjálp frá egnari pensjónsuppsparing. Føroyar gerast ríkari av, at ungu ættarliðini fáa bøttar møguleikar at seta búgv her.
At tey spara upp í egnum bústaði í staðin fyri á eini pensjónskontu er eisini búskaparliga skynsamt og samstundis ein pensjónsuppsparing í sær sjálvum.
Kelda: Fólkaflokkurin 21 sept. 2024
Kanningar vísa, at 94% av føroyingum vilja búgva í egnum bústaði, og at tørvur er á fleiri enn 1.000 bústaðareindum. Alsamt hækkandi sethúsaprísir og krøv frá peningastovnum gera, at tað gerst truplari og truplari hjá serliga barnafamiljum og familjum við lág- og miðalinntøkum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.
Við hesum uppskoti vil Sambandsflokkurin gera tað lættari hjá fyrstuferð keyparum.
Uppskotið hevur m.a. við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, ið skal inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð, kann fáa góðar 800.000 kr. yvir eitt 10-ára tíðarskeið, ímeðan tey skulu etablera seg og hava brúk fyri pengunum.
Ein bústaðargrunnur verður settur á stovn, har fólk kunnu lána upp til 5% av eginfíggingini, í mesta lagi 200.000 kr. Stovnfæið skal fíggjast við einum gjaldi álagt peningastovnunum, sum skal gjaldast í grunnin yvir eitt 10-ára tíðarskeið.
Pensjóngjaldið verður umskipað soleiðis, at tað verður møguligt at fáa 50% av pensjónsgjaldinum útgoldið sum løn í 10 ár.
Harumframt skal barnafrádrátturin hækkast við 1.000 kr. um mánaðin fyri hvørt barn upp til 7 ár, og útgjaldið úr Barsilsskipanini skal hækka úr í mesta lagi 30.000 kr. til at vera í mesta lagi 40.000 kr. um mánaðin.
Fyri at fíggja uppskotið verður ein serskattur á 7% lagdur á føroysku peningastovnarnar og tryggingarfeløgini.
Fólk, sum fáa eyka løn í eitt tíðarskeið, fíggja hetta sjálvi, tí hetta er teirra egna pensjónsinngjald, sum verður flutt til løn í eitt tíðarskeið upp til 10 ár. Skatturin av hesum partinum av lønini verður 40% og fer allur til kommunurnar, so tær onki missa.
Ein inntøkugrundaður býlisstuðul verður skipaður til tey, sum leiga. Býlisstuðulin verður fíggjaður við at umskipa rentustuðulin.
Umsitingin av átøkunum verður latin til verandi stovnar. Bústaðargrunnurin skal umsitast av Bústøðum, pensjóns-/lønarútgjaldið umsitast av Taks, og býlisstuðulin av Almannaverkinum.
Bústaðargrunnurin skal vera partur av landsroknskapinum, men verður ikki á fíggjarlógini.
Fyri at seta hetta í verk krevjast nakrar lógarbroytingar, ið kunnu fremjast skjótt. Tær eru:
Endamálið við hesum átøkum er, at barnafamiljur og familjur við lág og miðalinntøkum fáa møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.
Við uppskotinum verður minkað um sosiala ójavnan millum fólk, og ger tað lættari hjá føroyingum at velja at búseta seg í øllum Føroyum.
Sambandsflokkurin
kelda samband.fo 23 sept.2024