tirsdag, juli 14, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Trygdar-appið Agga er nú tøkt fyri allar føroyskar útróðrarmenn — ókeypis.

Trygdar-appið Agga er nú tøkt fyri allar føroyskar útróðrarmenn — ókeypis.

0 comments

Agga hjálpir fiskimonnum at fyrireika veiðitíðina og halda skil á trygdarmálum umborð, alt talgilt á einum stað. Nú kann hvør útróðrarmaður hava sín egna trygdarleiðara í lummanum.

Agga, sum týður lítil alda, varð ment í Íslandi í 2024 saman við íslendskum útróðrarmonnum, og er nú tillagað føroyskum fiskimonnum í samstarvi við føroyskar partar — Sjónám, smábátafelagið í Klaksvík, Sjóvinnustýrið og Sprotin.

Verkætlanin varð umtalað í KVF-tíðindunum fríggjakvøldið herfyri, og fyrstu dagarnar hava næstan hundrað føroyskir útróðrarmenn longu tikið appið niður. Sí www.agga.fo

Tiðindaskriv frá Íslandi

www.stigaolduna.is

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira