mandag, september 28, 2026
Home Fólk og Samfelag Prísurin á kjøtvørum hækkaður nærum átta prosent

Prísurin á kjøtvørum hækkaður nærum átta prosent

0 comments

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent seinasta árið. Serliga eru tað hækkandi oljuprísirnir, ið draga prístalið uppeftir. Hetta skrivar Hagstovan

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri august mánað í ár.

Prístalið hækkað seinasta árið

Prístalið hækkaði 2,5 prosent frá august 2025 til august 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.

Misjøvn prísgongd

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru hækkaði ávikavist 5,2 prosent og 7,4 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum. Onnur vøra, ið eisini er hækkað nógv er tubbak, har prísurin er hækkaður upp móti 14 prosentum. 

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

aug 2025 – aug 2026

 augustmunur
 20252026vísital%
Brúkaraprístalið144,9148,63,72,5
01 Matur og drykkjuvørur172,2173,51,30,8
02 Rúsdrekka og tubbak171,2182,110,96,4
03 Klædnavørur og fótbúnaður102,3103,10,80,8
04 Býli145,0152,57,55,2
05 Húsbúnaður og húshaldsútgerð105,5104,8-0,7-0,7
06 Heilsa127,2126,1-1,2-0,9
07 Flutningur153,0164,411,47,4
08 Samskifti94,495,00,60,6
09 Frítíð og mentan127,5128,71,10,9
10 Útbúgving134,4137,83,42,5
11 Hotel og matveitarar188,8203,514,77,8
12 Ymiskar vørur og tænastur159,8154,5-5,4-3,4

Kelda:Hagstova Føroya

Grønmeti er bíligari

Í august 2026 vóru mat- og drykkjuvørur nærum eitt prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.

Tú kanst lesa meir her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira