Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent seinasta árið. Serliga eru tað hækkandi oljuprísirnir, ið draga prístalið uppeftir. Hetta skrivar Hagstovan

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri august mánað í ár.
Prístalið hækkað seinasta árið
Prístalið hækkaði 2,5 prosent frá august 2025 til august 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru hækkaði ávikavist 5,2 prosent og 7,4 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum. Onnur vøra, ið eisini er hækkað nógv er tubbak, har prísurin er hækkaður upp móti 14 prosentum.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar
aug 2025 – aug 2026
| august | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2025 | 2026 | vísital | % | |
| Brúkaraprístalið | 144,9 | 148,6 | 3,7 | 2,5 |
| 01 Matur og drykkjuvørur | 172,2 | 173,5 | 1,3 | 0,8 |
| 02 Rúsdrekka og tubbak | 171,2 | 182,1 | 10,9 | 6,4 |
| 03 Klædnavørur og fótbúnaður | 102,3 | 103,1 | 0,8 | 0,8 |
| 04 Býli | 145,0 | 152,5 | 7,5 | 5,2 |
| 05 Húsbúnaður og húshaldsútgerð | 105,5 | 104,8 | -0,7 | -0,7 |
| 06 Heilsa | 127,2 | 126,1 | -1,2 | -0,9 |
| 07 Flutningur | 153,0 | 164,4 | 11,4 | 7,4 |
| 08 Samskifti | 94,4 | 95,0 | 0,6 | 0,6 |
| 09 Frítíð og mentan | 127,5 | 128,7 | 1,1 | 0,9 |
| 10 Útbúgving | 134,4 | 137,8 | 3,4 | 2,5 |
| 11 Hotel og matveitarar | 188,8 | 203,5 | 14,7 | 7,8 |
| 12 Ymiskar vørur og tænastur | 159,8 | 154,5 | -5,4 | -3,4 |
Kelda:Hagstova Føroya
Grønmeti er bíligari
Í august 2026 vóru mat- og drykkjuvørur nærum eitt prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
Tú kanst lesa meir her
