Innflutt varð fyri góðar 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2025 til september 2026. Tað er knappar 1,3 milliardir krónur, ella góð 12 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár. Hetta skrivar Hagstovan í dag.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum “ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni”, vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er vaksin 275 milliónir krónur, ella 18 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. Innflutta nøgdin er minkað nærum 38 túsund tons.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið meira enn 256 milliónir krónur. Hetta er helvt um helvt rapsolja og livralýsi.
Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar
12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26
| oktober – september | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2024-25 | 2025-26 | mió. kr. | % | |
| Tilsamans | 10.972,0 | 12.330,8 | 1.358,8 | 12,4 |
| 0 – Matvørur og livandi djór | 2.572,0 | 2.730,8 | 158,8 | 6,2 |
| 1 – Drykkjuvørur og tubbak | 150,5 | 158,5 | 8,1 | 5,4 |
| 2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni | 333,3 | 362,0 | 28,7 | 8,6 |
| 3 – Brennievni og aðrar oljur | 1.526,3 | 1.801,6 | 275,3 | 18,0 |
| 4 – Djóra- og plantuoljur | 365,9 | 622,2 | 256,2 | 70,0 |
| 5 – Evnafrøðiligt tilfar | 1.032,7 | 1.156,5 | 123,8 | 12,0 |
| 6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni | 1.421,8 | 1.298,8 | -122,9 | -8,6 |
| 7 – Maskinur, motorar, skip og akfør | 2.614,2 | 3.142,3 | 528,1 | 20,2 |
| 8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur | 955,1 | 1.057,9 | 102,8 | 10,8 |
| 9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar | 0,3 | 0,2 | -0,1 | -40,3 |
Kelda:Hagstova Føroya
Innflutningur skiftur á lond
Innflutningurin úr flest øllum heimspørtum er vaksin. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin næstan 625 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av fiskaoljum, oljuúrdráttum og maskinum til fiskivinnuna vaksin við ávikavist 170, 154 og 144 milliónum krónum. Vøksturin í innflutningi úr ES stavar frá hægrin innflutningsvirði av brennievni og akførum.
Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør
12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26
| oktober – september | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2024-25 | 2025-26 | mió. kr. | % | |
| Tilsamans | 10.407,1 | 11.616,4 | 1.209,3 | 11,6 |
| ES (27_2020) | 5.371,5 | 5.698,4 | 327,0 | 6,1 |
| Evropa annars | 2.907,0 | 3.531,7 | 624,7 | 21,5 |
| Norðurafrika | 21,8 | 30,1 | 8,3 | 38,0 |
| Afrika annars | 16,1 | 11,7 | -4,4 | -27,4 |
| Norðuramerika | 316,2 | 465,3 | 149,1 | 47,2 |
| Miðamerika og Karibia | 17,2 | 18,0 | 0,8 | 4,5 |
| Suðuramerika | 222,8 | 115,4 | -107,4 | -48,2 |
| Miðeystur | 7,8 | 9,6 | 1,8 | 23,2 |
| Asia annars | 1.076,7 | 1.245,2 | 168,5 | 15,6 |
| Avstralia og Nýsæland | 29,3 | 35,3 | 6,0 | 20,6 |
| Oseania og Póløkini annars | 0,1 | 0,1 | -0,0 | -12,6 |
| Ógreinað og ókent | 420,8 | 455,7 | 34,9 | 8,3 |
Kelda:Hagstova Føroya
Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja á umleið 250 milliónir krónur í miðal um mánaðin.
Les meir her
Kelda & mynd á grein Hagstovan – Forsíðumynd 24.fo savn
