19
Nógv børn vóru savnað, tá ið dagstovnaøkið skipaði fyri rørsludegi í badmintonhøllini í farnu viku. Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslu.
Dagurin var skipaður soleiðis, at Badmintonhøllin varð býtt í økir, og børnini kundu soleiðis royna ymisk spøl, sum á ymsikan hátt skuldu stimbra undir hugin at røra seg og brúka sansirnar.
Tað er leiðslan á dagstovnaøkinum, sum skipar fyri rørsludegnum. Í ár var dagurin skipaður saman við Klaksvíkar Bókasavni og ergoterapeutum frá Ergoblóman, sum høvdu hvør sín bás á tiltakinum.
Kelda & myndir: klaksvik.fo 6 nov. 2023