Hvat hendir í Tórshavnar kommunu?

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 9 måneder ago
Updated 2023/11/07 at 12:11 PM

Tímin. Soleiðis eitur nýggi kalendarin, ið vísir tær, hvørji tiltøk og ítriv eru á skrá í Tórshavnar kommunu.

Skipar tú fyri ella hevur tú áhuga fyri ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki, skating, upplestri, borðspølum ella øðrum spennandi virksemi, ja so er tað Tíman, tú skalt halda eyga við.

Øll sum skipa fyri mentanartiltøkum í Tórshavnar kommunu kunnu gerast brúkarar og leggja síni tiltøk út í Tíman. Tað er ókeypis at gerast brúkari og ómakaleyst at leggja tiltøk út. Í stuttum skalt tú bara finna eina góða og rámandi mynd og tøppa inn kravdu upplýsingarnar, soleiðis at brúkarin fær nøktandi upplýsing um, hvar og nær tiltakið er, hvat tiltakið snýr seg um og hvør skipar fyri.

Øll tiltøk, sum verða stovnað í Tímanum, fara til eftirkanningar hjá Snarskivuni, áðrenn tey verða kunngjørd í Tímanum.

Tímin er ætlaður mentanartiltøkum í breiðastu merking. Alt frá ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki og upplestri til borðspøl, upplestrar og gudstænastur verður at finna í Tímanum.

Nakrar avmarkingar eru kortini: Tiltøk, ið meira eru at líkna við handilslig átøk, fáa ikki innivist í Tímanum. Kalendarin er til dømis ikki ætlaður til útsølu og tilboð á matstovum, tilmelding til førleikagevandi skeið í telduforritum og arbeiðsakførum og tílíkum søluátøkum. Ætlanin er hinvegin at geva pláss fyri vanligari fólkakunning á háskúlum og kvøldskúlum og fyri ítrivum, ið styrkja trivnað og heilsu.

Kalendaran finnur tú her:

Tímin (timin.fo)

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *