Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Tíðindaskriv: Tvørpolitisk langtíðarsemja um gjaldsskipan fyri alivinnuna

Tíðindaskriv: Tvørpolitisk langtíðarsemja um gjaldsskipan fyri alivinnuna

by Lagt út ÓML

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin eru, eftir samráðingar síðani í heyst, komnir ásamt um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni.

Tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið røkkur tvørturum valskeið.

Skipanin verður ein tvíliðað skipan, sett saman av ávíkavist tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgunum.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5% og endar á 7,5% í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8% av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnumskygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp.

Alt semjuskjalið kann takast niður her

You may also like