Heinesenshús vóru seinnapartin karmur um móttøku, nú Altjóðahúsið letur upp har.
Altjóðahúsið er integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu.
Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Tórshavnar kommuna gongur á odda, tá tað snýr um integratión, og at karmarnir nú eru uppaftur betri.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
“Tórshavnar kommuna gongur á odda, tá tað snýr um integratión.
Í 2017 varð integratiónssamskipari settur, og í dag hava vit fýra starvsfólk, ið arbeiða við tilflytarum.
Og nógv er á skránni, vit hava eina árliga Fjølmentanarviku, vit hava eisini fyri stuttum havt íverksetaratiltak í Hugskotinum fyri tilflytarar.
Harumframt skipa stovnar hjá kommununi eisini fyri tiltøkum. So samanumtikið kann sigast, at tit øll gera nógv fyri tilflytarar og onnur.
Tórshavnar kommuna er ein føroysk kommuna, men Tórshavnar kommuna er eisini ein altjóða kommuna.
Tí vóni eg, at Altjóðahúsið fer at gagna starvsfólkum og borgarum, og eg vóni, at eisini onnur, – stovnar og felagsskapir – fáa gagn av Altjóðahúsinum og vitanini og royndunum hjá dugnaligu starvsfólkunum her.
Tí eg veit, at tit, ið arbeiða við integratión í Tórshavnar kommunu, gera eitt stórt arbeiði.
Tí fegnist eg um, at Tórshavnar kommuna kann veita tykkum betri arbeiðsumstøður.”
Á myndini eru borgarstjórin og integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu. Sylvia Magnussen, Fía Lindenskov, Heðin Mortensen, Jóna K. Thomsen og Angelina Johannessen.
Kelda & myndir: torshavn.fo