Home Fólk og Samfelag Álit um vantandi svar frá Vága kommunu í sambandi við eina umbøn um innlit í egið mál

Álit um vantandi svar frá Vága kommunu í sambandi við eina umbøn um innlit í egið mál

by Lagt út ÓML

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Vága kommunu í sambandi við eina umbøn um innlit í egið mál.

Vága kommuna svaraði ikki innlitsumbønini hjá klagaranum skjótast gjørligt og kunnaði heldur ikki klagaran um, nær avgerðin kundi væntast, tá ið 10 dagar vóru farnir, sambært § 16, stk. 2 í fyrisitingarlógini. Harumframt sást ikki av latna innlitinum, hvussu nógv skjøl vóru í málinum tilsamans. Í kanning hjá umboðsmanninum frá november 2023 um viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum minti umboðsmaðurin Vága kommunu á lógarásettu krøvini til viðgerðartíð, at játtanarskriv eiga at sýna greitt, hvussu nógv skjøl eru tilsamans í málinum, og um innlit verður latið í tey øll. Umboðsmaðurin gav tí Vága kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum og mælti kommununi til at dagføra mannagongdina fyri viðgerð av innlitsumbønum

Les meira

You may also like