Home Fólk og Frítíð Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2024

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2024

by Lagt út ÓML

Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 12. – 17. august 2024. 

Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.

Mánadagur 12. august

20.00 – 22.00
Fyrilestur um Vinnukaving, har Janus Joensen, stjóri á vinnukavaraskúlanum, fer at greiða frá um føroysku kavaravinnuna. Fyrilesturin er í Stórustovu á Sjónámi.

Týsdagur 13. august

20.00 – 22.00
Fyrilestur: “Hvussu verður veðrið”. Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya greiðir frá um Veðurstovu Føroya, hvørji tey eru, og hvat tey gera. Fyrilesturin er í Stórustovu á Sjónámi. 

Mikudagur 14. august

19.00
Fiskivinnuting í Varpinum  
Á einum upplýstum grundarlag verður viðkomandi kjak millum politikarar og áhugapartar í fiskivinnuni um viðkomandi avbjóðingar og møguleikar í fiskivinnuni í løtuni. Serfrøðingar leggja fram og fáa uppfylgjandi spurningar frá orðstýrara. 

19.00 Jóhann Lützen frá Føroya Sjómannadegi bjóðar vælkomin. Jón Brian Hvidtfelt, orðstýrari greiðir frá skránni.

19.05 – 19.15 Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni, hevur stutta framløgu um (1) virksemi hjá Havstovuni í mun til at koma við tilmælum um avmarkingum fyri veiðuna eftir botnfiskasløgunum í føroyskum øki, (2) lýsir støðuna hjá teim stóru botnfiskastovnunum og tilmælini hjá ICES og Havstovuni, (3) hvørji eru útlitini til at toskastovnurin kemur fyri seg afturá landgrunninum? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

19.15 – 19.25 Stefan í Skorini fyri Føroya Reiðarafelag og umboð fyri Ráfiskakeyparafelagið lýsa týdningin av stovnsrøkt og burðardyggari fiskiveiðu fyri marknaðaratgongd og vinnuligu avleiðingar av avmarkingum fyri botnfiskaveiðu. Hvørji ynskir hevur vinnan til førda fiskivinnupolitikkin? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

19.25 – 19.40 Panelkjak 

19.40 – 19.50 Jan Arge Jacobsen, Havstovan, lýsir lívfrøðiligu orsøkirnar til tørvin á strandalandaavtalum og avmarkingum, støðan hjá pelagisku stovnunum og útlitini, um ongar avmarkingar verða gjørdar. 

19.50 – 20.00 Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, greiðir frá søguligu bakgrundini fyri strandalandaavtalum og ynskini hjá vinnuni til avtalur og karmar framyvir. 

20.00 – 20.10 Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, leggur fram um búskaparligu bakgrundina fyri strandalandaavtalum, og lýsir búskaparligu avleiðingarnar fyri vinnuna, í veiðuliðnum og framleiðsluliðnum, Landskassan og Samfelagsbúskapin? Hvørji eru búskaparfrøðiligu tilmælini? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

20.10 – 20.25 Panelkjak um boðskapirnar og verandi fiskivinnupolitikk í mun til botnfiskaveiðuna. 

20.25 – 20.35 Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greinar búskaparligu avleiðingarnar við støði í búskaparfrøðiligum meginreglum fyri skynsomum fiskivinnupolitikki. 

20.35 – 20.50 Panelkjak um boðskapirnar og ætlaðu inntrivini.

Hósdagur 15. august

14.00
Línuskipið Helena verður søkt  á Borðoyarvík. Áhugafelagið Reynsmúli sigur, at teir opna botnventilarnar um 14 tíðina, og síðani fara at ganga eini 4 tímar, til skipið liggur á havsins botni. Skipið skal nýtast til kavingarendamál

20.00
FK Borac Banja Luca – KÍ (Útidystur)

Fríggjadagur 16. august

17.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.
Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.

Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:

Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.

Hesi 12 fáa eisini øll hvør sítt atgongumerki til Sirkus Baldoni í Klaksvík umframt tinganest frá Kjølbro Heilsølu.

Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur  fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt gummibát til tveir persónar frá Mítt Alfa, virði 1.199 kr.

Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 19. august kl. 11.20

18.00
Stórt vatnkríggj millum bátar og skip umframt á kajøkinum á Vestursíðuni.

Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígginum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.

Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv! Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!

Leygardagur 17. august

09.00 – 10.00
Dyppimik við neystið á Flesjum á Borðoyarvík. Øll eru vælkomin.

10.30
Merkið verður vundið á stong

Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin. 

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2024 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

Á stóra palli

Tilmeldingin til allar kappingar fer fram á pallinum.
*undantikið til svimjikappingina.

10.45
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin

10.55
Eirikur í Jákupsstovu setur Føroya Sjómannadag vegna Fiskimálaráðharran

11.05
Eirikur í Jákupsstovu letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

11.15
Føroya Sjómannadagur heiðrar Tyrlutænastuni. Torbjørn Jacobsen heldur røðu.

11.45
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini

11.55
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum

12.15
Dávur Winther greiðir frá um læknastríðið, QR-lyklar og skattaveiðu

12.25
Skipalista-Kvissin – undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.

Finalan verður kl. 15.20

13.10
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør

Vinningurin er gisting í tvær nætur í dupultkamari á Hilton Garden Inn íroknað morgunmat og 4 rættir fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum.

13.30
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu

Føroyameistarin fær ein PlayStation 5 Slim Digital Edition (2023) frá Elding, virði 4.599 kr.

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá INN

13.45
Føroyameistarakapping – Egning

Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.

Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur

Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

14.30
Føroyameistarakapping – Trolbøting

Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum

Silvurvinnarin fær Ipad 10,9” 10th Gen, 64 GB frá Føroya Tele, virði 4.999 kr. 

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá Bónus

15.00
Føroyameistarakapping í køkubaking
– Køkurnar skulu latast inn í hølini hjá Fullpower Klaksvík ímillum klokkan 11:30 og 12:00 

Køkudómarar: Ranva Knudsen, Elsbet Heðinsdóttir Christiansen og Jona Elisa Andreasen.

Vinningar:
Besti smakkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá Inn 
Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá BÓNUS
Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK

15.20
Skipalista-Kvissin – Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir

2 x Iphone 15 128 GB yellow frá Føroya Tele, virði 7.999 kr.

Øll í finaluni fáa Skipalistin 2024

16.20
Vinnarin av kokkakappingini “Arctic Young Chef”, ið er eitt samstarv millum NORA, Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag, verður kunngjørdur. Dennis Holm og Høgni Hoydal siga nøkur orð.

16.50
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar

17.20
Føroyameistarakapping – Halda dregg

Føroyameistarin fær ein Samsung 55″ QLED 2024 Q60D flatskerm frá Elding, virði 8.499 kr.
Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK

17.50
Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir

Vinningur Svimjing um vágna:
Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways

Vinningur Kassastápling: 
Føroyameistarin fær Soundboks frá Elding, virði 8.999,-
S
ilvurvinnarin fær Ipad Air 5th Gen, 256 GB WiFi frá Nema, virði 8.199 kr. 
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1000 kr frá Bónus

18.10
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið

Liðið, ið gerst føroyameistarar fær gávukort frá Smyril Line áljóðandi cruise til Danmarkar ella Íslands til 12 ferðandi í 2-koyggjukømurum uttan vindeygu.

18.40
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan

Føroyameistarin fær Samsung Galaxy S24 128 GB Onyx Black frá Nema, virði 7.399 kr.
Silvurvinnarin fær Gávukort á 5.000 kr. frá Atlantic Airways

19.00
Felagssangur við sjómansvísum. Hans Hjalti og Hóraldur syngja og spæla fyri.
Sangirnir eru at finna her.

Á Tekniska Skúla í Klaksvík

10.00 – 18.00
”Arctic Young Chef” kokkakapping.

Stað: Matvørudeildin TSK, Mýrivegur 2. 
Kokkar fara at kappast í matgerð, har høvuðsrávørunar eru skrubba og saltfiskur. 
Øll áhugaði eru vælkomin at hyggja. 

Í stóra tjaldinum

10.40
Stóra morgunmatarborðið

11.00 – 18.00
Listaframsýning
Lydia Petersen, Magna Auðunsson, Monica Ósá Henriksen

11.00 – 18.00
Framsýning við 1912.

12.00 – 16.00
Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir

Á barnaøkinum

11.00 – 19.00 
Ókeypis hoppiborgir

11.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

12.00 – 17.00
Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti 

13.00 – 17.00
Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís

13.00 – 17.00
Trygd bjóðar øllum børnum ókeypis poppkorn og annað leskiligt úr reyða Trygd vogninum. 

Á lítla palli

13.30
Trøllapætur, omman & ommudidd rokka

14.30
Barnatiltak og felagsspøl við Kæti og Silva
Silvavinir deila góðgæti út til øll tey fittu børnini

16.45
Konsert við Anua

Á økinum

10.00 – 20.00
Edward Fuglø hevur opið Atelier 

13.00
Grindamannafelagið skerir ein grindahval upp niðanfyri Ídni.
Greitt verður frá á enskum, meðan grindahvalurin verður skorin upp. 

Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

13.00 – 19.00
KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn niðanfyri Roykivirkið.

13.00 – 17.00
Opið hús á Looknorth
Kom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur. 

13.00 – 19.00
Føroya átiligasta fiskaborð

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

—–

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni

—–

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

—–

Christian í Grótinum og Amarant –  Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

—–

14.00
Føroya Sjómannnadagur bjóðar grindabúff og rómaepli

14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling

Á sjónum

09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Westward Ho, Dragin, Thorshavn og Norðan eru við.

11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum

11.00 – 17.00
Vilt á sjónum
– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho
Manningin hjalpir børnum at hála fokkuna upp og nidur, leggja um klampa og seta fast. Síðan gera fallið upp.

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðan

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Draganum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Thorshavn

13.30
Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Christian í Grótinum

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Brimli
Manningin bjóðar heitar vafflur og kakao.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Vædderen”
Manningin bjóðar heitar pannukøkur, kaffi og saft.

15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

Sunnudagur 18. august

11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett

12.30
Sunnudagsskúlin í Betesda byrjar aftur eftir summarsteðg.

18.00
Sjómansmøti í KFUM & K
John Kári Jacobsen, skipari sigur nøkur orð. Harmonikuvinir luttaka við sangi.

Innsavnan til Sjómanskvinnuringin.
Eftir møtið verður nátturði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

You may also like

Leave a Comment