Innflutt var fyri 5,1 milliard krónur fyrra hálvár 2024. Tað er góð 14 prosent ella 852 millónir krónur minni enn fyrra hálvár 2023.
Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,1 milliard krónur. Innflutningsvirðið minkaði 852 milliónir krónur.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar
Talva frá Hagstovu Føroya
Januar – juni 2023/2024
Kelda:Hagstova Føroya
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 271 millión krónur, ella sløk 11 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 119 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar
Januar – juni 2023/2024
januar – juni | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 5.966,9 | 5.114,6 | -852,4 | -14,3 |
Endalig nýtsla | 2.550,5 | 2.279,5 | -271,1 | -10,6 |
Nýtsla í framleiðsluni | 2.128,9 | 2.009,8 | -119,2 | -5,6 |
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak | 694,2 | 642,3 | -52,0 | -7,5 |
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð | 121,9 | 121,1 | -0,8 | -0,6 |
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni | 751,8 | 679,1 | -72,7 | -9,7 |
Vevnaður; klædnavørur; skógvar | 96,7 | 126,1 | 29,4 | 30,4 |
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur | 243,6 | 203,7 | -39,9 | -16,4 |
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur | 29,8 | 29,8 | 0,0 | 0,1 |
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur | 182,8 | 200,0 | 17,2 | 9,4 |
Tað almenna; hervald og annað | 8,2 | 7,8 | -0,5 | -5,5 |
Fastar bruttoíløgur | 1.287,4 | 825,3 | -462,1 | -35,9 |
Kelda:Hagstova Føroya
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.