Í 2022 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6 prosent. Tað er nærum á sama stigi, sum í 2021, 2020 og 2019.
Hetta skrivar Hagstovan
Færri eldri í fátækaváða
Orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2022. Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2022, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.
Størri fátækaváði í Sandoy og Suðuroy
Landafrøðiligur munur sæst á teimum, sum eru fátækaváða. Tað eru lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoyar-økinum og Suðuroyar-økinum samanborið við restina av landinum. Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoyar-økinum er 10,8 prosent, meðan 10,9 prosent eru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroy. Tað skal sigast, at lutfalsliga færri hava verið í fátækaváða í hesum økjum seinastu árini. Minstur er fátækaváðin í Eysturoyar øki og Norðstreymoyar øki, har ávikavist 6,5 og 7,2 prosent eru í fátækaváða.
Tú kanst lesa meira her frá Hagstovu Føroya
Kelda hagstova.fo 2 okt. 2024