Home Politikkur Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum

Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum

by Lagt út ÓML

Hetta er sera viðkomandi skrivligur fyrispurningur settur fram av Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmanni. Á Løgtingi, 18. oktober 2024

Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, sjálvt um hann sjálvur hevur sagt seg úr starvið. Í vikuni kom fram, at stjórin í Posta fær løn fyri 6 mánaðir, umframt bonus á 200.000 kr.

Hvussu er støðan við stjórasáttmálum í hvørjum einstøkum almennum partafelag, tá umræður bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?

Víðari spyr hann: Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?

Í hesum føri er greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum hann hevur arbeitt fyri Posta. Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan í Posta og allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin sigur Eirikur í Jákupsstovu at enda í sínum § 52a fyrispurningi.

Allur fyrispurningurin kann lesast her:

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

(52-043/2024)

Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður

Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Evni: Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum

Spurningar:

1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um uppsøgnina?

2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?

3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?

Viðmerkingar:

Í vikuni kom fram, at stjórin í Posta fær løn fyri 6 mánaðir, umframt bonus á 200.000 krónur, nú hann er farin úr starvi.

Hetta er ikki óvanligt, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar við stjórar, sum skulu hava møguleika at leggja tilveruna til rættis eftir at hava mist eitt væl lønt starv.

Í hesum føri hevur nevndarformaðurin í Posta í fjølmiðlum sagt, at nevndin er væl nøgd við arbeiðið, sum stjórin gjørdi og at tað kom óvart á nevndina, at stjórin segði upp.

Somuleiðis tykist í hesum føri greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum hann hevur arbeitt fyri Posta.

Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan, sum hevur verið í hesum føri, umframt allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin.

Á Løgtingi, 18. oktober 2024

Eirikur í Jákupsstovu

You may also like

Leave a Comment