Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Fíggjardeildini, nú Poula Johansen hevði 40 ára starvsdag. Í hesum sambandi fekk hon eisini gullmedalju og heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna 30 okt. 2024 á heimasíðuni.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
“40 ár er long tíð, og tað vitnar um trúfesti móti arbeiðsplássinum. Tú komst í starv hjá Tórshavnar kommunu fyri 40 árum síðan. Nærri dagfest 22. oktober 1984. Tín uppgáva hevur verið at halda skil á pengunum hjá kommununi. Starvsheiti títt er kassameistari. Og sum kommunan er vaksin við rúkandi ferð hesi ár, so er tað ikki hissini uppgáva at fáa krónur og tøl at passa.Tað krevur innlit og yvirlit. Og tað krevur tol og hegni, so at eingin menta varð gloymd. Tú hevur eisini fylgt við tøknuligu menningini, har teldan og forrit eru blivin stórur partur av arbeiðinum.
Tú ert fakliga sera dugnalig og drúgvar royndir hevur tú eisini. Tú dugir sera væl at samskifta, skriva og rættlesa. Og at hava skil í tingunum. Tað er ikki lukkuligt, um nakað manglar, tá okkurt skal gjaldast úr kommunukassanum. Eru ikki øll skjøl og upplýsingar í lagi, so verður einki útgjald, fyrr enn alt er uppá pláss. Har er eingin slingur í valsinum, tí skil skal vera í. Tú ert eisini ein góður starvsfelagi. Tað er hugaligt, at tú, hóast tú kundi verið pensionerað, kortini hevur valt framhaldandi at geva okkum burtur av tínum royndum og kunnleika.
Poula, tú kann vera í stilla horninum viðhvørt, men tú er sanniliga stuttlig og festlig. Tú fert ikki av vegnum fyri eini góðari veitslu, og tú dugir sera væl at fáa tey yngru at “hita upp”, tá soleiðis er. Tú ert bæði skemtingarsom og vitandi, tær dámar bæði væl at kappast í “pub quiz” og at ganga grýla, hevur onkur sagt mær.
Góða Poula, heilt ung møtti tú Bjarna. Tað er mær sagt, at tað var longu meðan tit gingu í skúla í Hoydølum. Tit fóru til Danmarkar nøkur, á, har Bjarni tók tónleikaundirvísing, og tú gekk á Handilsháskúla. Saman fingu tit Gunnar, sum er sera góður kvøðari. Síðan eru komin trý ommubørn. Og nú ert tú eisini blivin langomma, sum tú ert øgiliga stolt av at vera blivin. Men tað rekur ikki altíð bara við. Fyri stuttum andaðist Bjarni, sum hevur latið eitt stórt tómrúm eftir seg og nú vermamman.
Góða Poula
Fyri tína trúføstu og góðu tænastu hjá kommununi, ert tú eisini innstillað til “Kongens fortjenstmedalje”, sum tú hevur takkað fyri, og sum verður latin tær í næstu framtíð. Hjartaliga til lukku við tí stóra heiðrinum. Tórshavnar kommuna fer í dag eisini at heiðra teg við 40 ára starvsdegnum við gullmedalju og heiðursbrævi. Kommunan er takksom fyri alt, tú hevur givið okkum starvsfeløgum og øðrum her í Tórshavnar kommunu. Og skal enn einaferð ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og alt tað besta.”