22
Í sambandi við at nýggi langhylurin letur upp tann 5. november 2024, verður ókeypis atgongd til allar hentleikarnar í Svimjihøllini í Gundadali, eisini nýggja vælveruøkið.
Ókeypis tilboðið er galdandi frá týsdegnum 5. november til fríggjadagin 15. november.
Vikuskiftið
Í vikuskiftinum frá fríggjadegnum 8. november til og við sunnudagin 10. november, verða vælveruøkið og langhylurin tó einans nýtt til svimjikapping. Í vikuskiftinum verður ókeypis tilboðið sostatt bert galdandi fyri eldra partin av svimjihøllini.
Avmarkingar
Allar vanligu reglurnar fyri Svimjihøllina í Gundadali eru galdandi, meðan tilboðið er. Hetta merkir millum annað, at øll skulu hava armband til skáp, og at í mesta lagi 200 fólk sleppa inn í høllina í senn.
Kelda & myndir torshavn.fo 1 nov. 2024