Home Fólk og Samfelag Innflutningsvirðið minkað 1,5 milliardir krónur

Innflutningsvirðið minkað 1,5 milliardir krónur

by Lagt út ÓML

Innflutt var fyri 10,1 milliard krónur í uppgerðarárinum frá november 2023 til oktober 2024. Tað eru 1,5 milliardir krónur, ella 13 prosent, minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan og spurningurin er um vit eru við at koma inn í eina broytingartíð.

Innflutningurin fyri oktober er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá november 2023 til oktober 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 374 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við einari góðari milliard krónum ella 30 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip, men innflutningurin av akførum er minkaður við 123 milliónum krónum, ella knapt 20 prosent.

Les meira her

kelda: hagstovan.fo 18.12.2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More