mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Gott nýggjár!

Gott nýggjár!

0 comments

Góðu tit øll

2024 er nú farið afturum, og vit heilsa nýggja árinum vælkomnum. Vit nýta ofta høvið at tosa um tað farna, og fegnast um tað, ið liggur fyri framman.

Eitt nýtt ár merkir eisini eina nýggja byrjan, og tað ger tað eisini fyri meg. Í dag taki eg við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eg gleði meg at fara til verka saman við nýggja býráðnum.

Nógv spennandi liggur fyri framman, og raðfestingar skulu gerast. Saman finna vit tær bestu loysnirnar fyri okkara kommunu.

Við hesi heilsan vil eg fegin ynskja tykkum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjar.

Bestu ynskir

Elsa Berg, borgarstjóri 

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira