Tíðin er komin til at londini finna saman um eina felags hav- og fiskivinnugransking, leyst at altjóða- ella millumlanda stovnum. Neyðugt er, at seta á stovn Norðuratlantiski stovnurin fyri fiskivinnu- og hav gransking
Vit síggja áhaldandi skerjingar innan fiskivinnuna, og niðurlaðing av maritima sektorinum, sum skuldi verið eitt av støðugu og mest viðkomandi súlunum undir búskapinum hjá londunum. Skerjingar í kvotum, døgum og økisfriðingar hava ikki skapt meiri náttúrutilfeingi í havøkinum. Tí er neyðugt við nýggjum og slóðbrótandi granskingar háttum og teorium, sum kunnu verða við til, at maritima vinnan og fiskiskapur framhaldandi kann vera ein týðandi partur av vinnunum í londunum.
Tey inntriv og skerjingar ið hava verið gjørdar eru so umfatandi og nyttuleysar at millióna virðir fara fyri skeytið hvørt ár tí royndin alsamt lækkar orsaka av tøkniligum reguleringum.
Føroyar, Noreg, Danmark, UK, Ísland, Kanada, Grønland og Danmark mugu saman samstarva um fiskivinnugransking og mennan av maritima økinum og standardisering, soleiðis at londini gerast kappingarfør mótvegis umheiminum.
Tað ber ikki til at lækka um vitunarstøði í týðandi vinnugreinum hjá hesum stoltu fiskivinnutjóðum.
Stovnurin kann eita:
North Atlantic Fisheries and Maritime Development Organization (NAFMD)
ella
Nordic-Atlantic Fisheries and Maritime Organization (NAFMO)
Óli Lassen, reiðari
BSc. Econ