1. desember búðu 54.675 fólk í Føroyum. Tað eru 280 fleiri enn 1. desember í 2023. Vøksturin er 0,5%, og tað er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,7%.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Minni burðaravlop og minni nettoflyting minka um fólkavøksturin.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Seinasta árið var burðaravlopið 128 og nettoflytingin 152 fólk. Tilsamans gav tað ein fólkavøkstur á 280 fólk.
Les meira her
Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Færri fólk fluttu til og úr Føroyum. Tilflytingin minkaði tó meir enn fráflytingin minkaði, og samanlagt gjørdi tað nettoflytingina minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Burðaravlopið minkaði, tí nøkur færri vóru fødd og fleiri doyðu enn í undanfarna tíðarskeiði.
Kelda hagstova.fo