Kendi danski granskarin Bjørn Lomborg sigur í grein á WALL STREET JOURNAL, at tey lond íð verðini í nýta nógva varandi orku hava hægst streym prís í heiminum.
Lomborg skrivar á wsj.com at “Tá ið lond brúka meira og meira av tí, sum skal vera bílig sól- og vindorka, so hendir nakað løgið: Okkara elrokningar gerast dýrari.
Bjørn Lomborg vísir eisini á, at varandi orkukeldur sum sól og vind ikki altíð eru so kostnaðareffektivar, sum tæð verður ført fram. Hann sigur, at tá ið ein tekur kostnaðin fyri backup-skipanir og íløgur í undurstøðukervið við, kann prísurin vera hægri enn væntað.
Og tá verðand fossilar íløgur verða gjørdar í boriútgerð o.a. samstundis sum meira verður av varandi orku so skulu tær fyritøkur í framleiða gas og oljuúrdrattir hava ein styttri tíðarhorisont at forrenta íløguna og ger hetta aftur, at prísurin fyri orku verður hægri.
Altjóða orkustovnurin IEA vísti í eini kanning frá 2022, har 70 lond vóru kanna, at tað er ein greið ábending á, at lond við nógvari sokallaðari grønari orku hava væl hægri steymprísir enn lond við minni ’grønari’ orku (sól og vindorka). Víðari vísti kanningin at um parturin av grønari orku øktist við 10%, eitt nú úr 20% til 30%, so øktist streymprísurin í miðal við 40 oyru pr kWt.
Sum dømi kann nevnast Týskland, ið hevur nógva grøna orku, er streymprísurin 2 krónir 40 oyru fyri kWt, ið er dubult so høgt sum í USA og tríggjar ferðir hægri enn streymprísurin í Kina.
Víðari vísur Bjørn Lomborg í síni grein á indiska íleggjaran Gautam Adani ið er ákærdur fyri at mutra indiskar mynduleikar at keypa grøna orku frá einum av hansara sól-orkuverkum. Sakin móti Gautam Adani váttar tað ið tølini greitt vísa at sól og vindorka er vánalig fyri vinnulív tí tað førir við sær dýrari streymprísir.
Kelda:wsj.com 1 januar 2025 – Green Electricity Costs a Bundle
Grein er her
Vit kunnu leggja afturat at í danmark eru tað nógvir treytara sum selja værandi orku, og sum sæst so er orkukostnaðurin í Danmark sera høgur.